The Dreams ætlar sær at bjóða Deja Vu av

Punk bólkurin The Dreams hevur komandi mánadag møguleika fyri, at gerast annar føroyski bólkurin í finaluni í The Global Battle Of The Bands


.
The Dreams, sum í løtuni hevur heimstað í Danmark, hevur meldað seg til donsku The Global Battle Of The Bands, og hevur sostatt møguleika fyri at koma til finaluna í London at kappast við m.a. føroyska GBOB vinnaran Deja Vu um 100.000 dollarar og eina konsertferð kring heimin.
The Dreams skal í donsku GBOB kappingini kappast við í minsta lagi ein annan føroying, í emo punk bólkinum Wandering Sin spælir Magnus Mortensen gittar og syngur. Magnus er yngri bróður Heina Mortensen úr The Dreams. Tað er Magnus, ið eigur øll løgini hjá Wandering Sin.
Er danska GBOB kappingin á sama støði sum í fjør skuldi The Dreams havt góðan møguleika at komi í finaluna, tí danski bólkurin í fjør var millum vánaligastu bólkarnar í London finaluni.