##med2##
Fimm dystir vera spældir í 11. umfari í Betrideildini hjá monnum í morgin. FM1 sigur beinleiðis frá trimum dystum.
Klokkan 15: ÍF-HB (Tróndur Arge og Teitur Joensen siga beinleiðis frá dystinum)
Klokkan 17: AB-B36 (Sjúrður Hildarson Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum)
Klokkan 17: Skála-Víkingur (Árni Gregersen verur heimildarmaður hjá FM1)
Klokkan 17.30: KÍ-TB (Eyðun Thorgeirsson verur heimildarmaður hjá FM1)
Klokkan 19: NSÍ-EB/Streymur (Tróndur Arge og Teitur Joensen siga beinleiðis frá dystinum)
Teitur Joensen var gestur hjá Tróndi Arge í sendingini "Fótbóltspanelið" á FM1 seinnapartin, har hann metti um teir fimm dystirnar í 11. umfari.
Teitur heldur, at skal ÍF fáa stig móti HB, so skal tað vera nú.