Teistin fer væntandi aftur í sigling aftur seinni í kvøld.
Fyri einari viku síðan fekk Teistin ein skaða tá hann tók við land á Gomlurætt, eftir at ein feilur kom í stýrisskipanina.
Strandferðslan sigur, at ein deilur til skipanina kom við flogfarinum í dag. Tá hann er komin í skal Teistin royndarsiglast og síðan verður hann settur í rutu aftur.
Eftir ætlan verður tað longu í kvøld.