Á løgtingsfundinum í dag klokkan 11 fer løgtingið undir fyrstu viðgerð av uppskotinum hjá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, um at langtíðarleiga eitt nýbygt havrannsóknarskip, sum onkur privatur skal byggja.
Tað var annars í 2001, at løgtingið samtykti lóg um bygging av nýggjum havrannsóknarskipi. Landsstýrismaðurin fekk heimild til at byggja nýtt havrannsóknarskip fyri í mesta lagi 200 milliónir krónur.
– Tað hevur tó ikki eydnast at útvega játtan til bygging av nýggjum havrannsóknarskipi. Nú verður skotið upp at geva landsstýrismanninum heimild til at gera avtalu um langtíðarleigu av nýbygdum havrannsóknarskipi, sigur landsstýrismaðurin í viðmerking til uppskotið.
Hann vísir á, at langtíðarleiguavtalan skal bjóðast út í almennum útboði, og tann, sum vinnur útboðið, skal lata byggja havrannsóknarskipið samsvarandi útbjóðingartilfari frá Havstovuni. Tann, sum vinnur útboðið, skal fyri egna rokning og váða lata byggja nýtt havrannsóknarskip, sum landsstýrismaðurin kann binda seg til at leiga í upp til 20 ár.
– Av tí at skipið ikki verður nýtt til havrannsóknir alt árið, hevur eigarin av skipinum møguleika fyri at vinna inntøkur við skipinum tað tíðarskeið av árinum, tá skipið ikki verður nýtt til havrannsóknir. Av hesi orsøk eiga útreiðslurnar, landið hevur av at leiga skipið, at gerast bíligari ella í mesta lagi tað, sum landið kundi bygt og rikið skipið fyri, sigur landsstýrismaðurin.
Fortreytin fyri, at tað kann gerast bíligari, er sostatt, at privati eigarin av skipinum kann vinna inntøkur av skipinum tann part av árinum, tá landið ikki nýtir skipið til havrannsóknir. Undir verandi fortreytum skal havrannsóknarskipið nýtast til havrannsóknir 9 mánaðir av árinum, tað er frá umleið hálvum februar til umleið hálvan november. Privati eigarin kann bert ráða yvir skipinum til annað virksemi í umleið tríggjar mánaðir av árinum í vetrarhálvuni. Í hesum tíðarskeiði má eisini roknast við ávísari tíð til viðlíkahald v.m.
– Magnus Heinason er 35 ára gamal og í allar mátar ótíðarhóskandi, sigur landsstýrismaðurin.
Sambært Jørmann Petersen, stat. aut. revisor, so ber tað ikki til hjá løgtinginum at skáka sær undan íløguni í skipið við at lata ein privatan byggja, meðan landið leigar skipið. Talan er um leasing, og tí skal upphæddin við í fíggjarkarmarnar, sigur hann.
TRÝST HER fyri at lesa samrøðu, sum Sosialurin hevði við Jørmann Petersen í vikuskiftisblaðnum.
VIð Sosialin í dag sigur Reimund Langgaard, løgtingsmaður Sambandsfloksins og løgtingsgrannskoðari, at tað almenna sjálvt eigur at byggja skipið.