Umhvørvi
Seinnapartin í gjár handaði Umhvørvisstovan, sum er stovnur undir Innlendismálaráðnum, skiparanum á russiska trolaranum, Kaptain Gorbatjov, sektaruppskot fyri olju, sum trolarin hevur latið á sjógvin.
Sektaruppskotið, sum varð handað Faroe Ship, ið umboðar reiðaríið, sum eigur skipið, ljóðar upp á 50.000 krónur.
Skiparin á Kaptain Gorbatjov hevði freist til á middegi í dag at taka støðu til sektaruppskotið.
Torfør meting
Jóhanna Olsen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, sigur, at tað er ógvuliga torført ítøkiliga at gera upp, hvussu nógv olja er farin á sjógv, men tey eru komin eftir, at nøgdin í minsta lagi snýr seg um einar 1000-5000 litrar.
Hon vísir á, at tað hevur ikki gjørt kanningararbeiði lættari, at nøgdirnar av olju umborð á skipinum eru so stórar, og at skiparin ikki hevur viljað viðgingið, at skipið hjá honum er orsøk til oljuna, sum fór í havið.
- Vit hava valt at byggja sektaruppskotið á eina “konservativa” meting, sum hon tekur til, og henda meting er, at í minsta lagi 1000 litrar av lættari tungolju eru farnir á sjógv. Talan er helst um størri nøgdir, men hetta er tað, sum vit hava valt at halda okkum til fyri at vera vís í okkara søk.
Hon sigur, at tað er luturin hjá Umhvørvisstovuni er at gera upp, hvussu nógv olja er farin á sjógv, og hvussu stór rokningin fyri hetta brot á havumhvørvislógina skal vera.
- Hin parturin er kostnaðurin av átakinum, sum sett varð í verk og uppruddingini annars, og hetta er ein partur, sum Innlendismálaráðið tekur sær av.
Endurgjaldskrav
Spurd, um talan soleiðis verður um tvey sektaruppskot, sum skiparin á Kaptain Gorbatjov fær, sigur Jóhanna Olsen, at tað hevur hon sum so onga viðmerking til, tí hetta er ikki teirra borð, sum hon tekur til.
- Men eg ímyndi mær, at eitt krav um endurgjald fyri átak og upprudding aftrat verður reist, og at reiðaríið noyðist at veita bankatrygd fyri hesum, áðrenn skipið verður leysgivið, sigur hon.
Deildarleiðarin á Umhvørvisstovuni leggur dent á, at tað ikki skal “loysa seg” hjá nøkrum at dálka havumhvørvið og umhvørvið annars við olju.
- Hetta er eisini tað “signal”, vit eiga at senda. Hendingin við Kaptain Gorbatjov vísir okkum, hvussu nógv ein lutfalsliga lítil nøgd av hesi olju kann gera um seg. Skipið hevði júst bunkrað 450.000 litrar av olju, og um bara ein lítil partur av hesum var farin á sjógv, kundi hetta elvt til eina stóra og umfatandi umhvørvisvanlukku, sigur Jóhanna Olsen.
Gleðiligur endi
Sosialurin kann leggja aftrat, at tá ein annar russiskur trolari – Olshana - fórst við Flesjarnar, gjørdu fjølmiðlar rættiliga nógv burtur úr, at ov lítið varð gjørt til tess at fyribyrgja, at skipið fór til botns við nógvari olju. Nógvir spurningar vórðu reistir, og ein av hesum var, hví oljan ikki varð tikin upp úr skipinum, áðrenn tað var hálað av aftur Flesjunum og sakk.
Nú Kaptain Gorbatjov var orsøkin til, at olja fór á sjógv, varð ein rættilig átaksleiðsla skipað, sum at síggja til tók hetta mál í stórum álvara.
Og kanska vil onkur, nú líkt er til, at hetta ikki gjørdist tann stóra náttúruvanlukkan, siga, at hetta bara var sum “storm i et vandglas”, sum danir taka til.
- Nei, soleiðis vil eg avgjørt ikki rópa hetta. Vit eiga avgjørt at taka eitt slíkt mál í fullum álvara, men í dag kunnu vit bara fegnast um, at hetta eftir øllum at døma ikki gjørdist ein náttúruvanlukka, sigur deildarleiðarin.
Sá verri út
Jóhanna Olsen vísir á, at klokkan var um 20, tá fólk boðaðu frá, at tey sóu olju aftur úr russiska trolaranum, og kvøld og myrkur stundaðu til.
- Tí var óvissan alla tíðina stór um, hvussu stórar nøgdir av olju, talan í veruleikanum var um. Vit gjørdu av at seta eitt “apparat” í gongd og skipa okkum sum best við teimum førleikum og møguleikum, vit hava í landinum. Eg haldi avgjørt, at hetta var ein røtt avgerð, tí alt annað vildi verið ikki at tikið málið í fullum álvara, sigur deildarleiðarin Umhvørvisstovuni.