Tórbjørn Jacobsen mans mót at taka avgerð

-Tað eru nøkur mørk í politiskum arbeiði, sum man má halda seg til. Ein landsstýrismaður er noyddur at taka hædd fyri sínum starvi og ikki bara virka út frá sínum egna temperamenti og sínum egna ego sigur løgmaður, sum tó viðgongur, at viðhvørt manglar tað í politisku skipanini í Føroyum at kunna taka eina avgerð. -Tórbjørn Jacobsen hevur so víst, at hann hevur mans mót at taka avgerðir

 

Landsstýrismaður leggur frá sær




-Eg havi ikki biðið Tórbjørn Jacobsen fara frá og eg havi heldur ikki heitt á formannin í Tjóðveldisflokkinum um at koyra mannin frá. Men tað er greitt, at eg havi tosað við formannin í Tjóðveldisflokkinum men bara ikki um hetta seinasta málið. Hetta sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður, nú enn ein landsstýrismaður í samgonguni leggur frá sær. Løgmaður hevur annars havt liggjandi eitt annað mál viðvíkjandi Tórbjørn Jacobsen á borðinum at taka støðu til. Tað er tað hann segði í tinginum herfyri og sum varð harðliga átalað.


Løgmaður viðgongur, at tað er óheppið at skifta út landsstýrisfólk ov oftani og tað skapar eisini ein turbulens í sjálvum stýrinum.


Men hvat hevur løgmaður so at siga um Tórbjørn Jacobsen sum politikara!


-Hann er ein litfagur persónur í politikki. Hann hevur verið øðrvísi enn tað vit vanliga hava upplivað á politiska pallinum. Hann hevur sín serstaka facon. Summi dáma henda væl og onnur dáma hann als ikki.


-Men er tað tá ikki uppfrískandi í politikki at hava ein slíkan mann sum Tórbjørn Jacobsen millum sín?


-Jú tað kann tað vera. Men tað eru nøkur mørk, sum man má halda seg til. Ein landsstýrismaður er noyddur at taka hædd fyri sínum starvi og ikki bara virka út frá sínum egna temperamenti og sínum egna ego. Tað hevur hann ikki dugað. Hann hevur sjálvandi ein lívshátt. Hann er skipari og er vanur at geva ordrar og er vanur við, at tað hann sigur, tað verður gjørt. Tá kann tað vera eitt rættiliga stórt umskifti at koma í politikk, har talan oftani er um eina langa og seiga process, og har avgerðirnar kanska ikki fella fyrr enn sera langt aftaná eftir, at øll møgulig fólk hava verið uppií. Tað er tí helst ein trupulleiki fyri gerandisdagin hjá einum slíkum persóni, sum ikki er vanur við hetta men við eina aðra process.


Løgmaður sigur annars, at Tórbjørn Jacobsen hevur eisini víst, at hann hevur torað at taka nakrar avgerðir, sum eru rættiliga ótraditionellar. Her sipar hann m.a. til at flyta Almanna- og heilsuskúlan til Suðuroyar uttan at taka nakran annan við uppá ráð.


-Tað tekur tú sum ein positivan eginleika?


-Tað velst sjálvandi um, tí tað at taka avgerðir er altíð knýtt at einum ávísum vága. Ein skjót avgerð kann verða røtt, men hon kann so sanniliga eisini vera skeiv, alt eftir hvussu tað hepnast. Men Tórbjørn Jacobsen hevur víst, at hann hevur mans mót til at taka eina avgerð.


-Tað er kanska nakað, sum manglar í føroyskum politikki?


-Tað veit eg ikki rættiliga. Processin er kanska í so lang oftani. Men eg skal tó viðganga, at viðhvørt manglar tað at kunna taka eina avgerð.


-Eisini hjá landsstýrismonnum?


-Hjá landsstýrismonnum kanska minni enn hjá tí politisku skipanini. Tí ein landsstýrismaður er væl eisini noyddur til at skeita eftir, hvat politiskt er møguligt. Tað kann vera ein avvegan. Men vit hava nøkur dømi um, at ein manglandi avgerð ger ikki tingini greiðari.


-Nú er hann so farin frá. Hann hevur verið partur av tínum teami. Hvussu hevur hann roynst sum landsstýrismaður?


-Vit hava havt eitt ótrúliga gott samarbeiði. Eg havi ikki nakað at útseta uppá okkara samarbeiði uttan tað, sum var frammi í fjølmiðlunum tá. Vit hava eisini havt eina aðra konfrontatión, sum var tá hann uttan nakað avtók grundlógardagin hjá lærarum. Tað er so aftur eitt dømi um, at man handlar bara uttan yvirhøvur at taka nakran við uppá ráð. Tann avgerðin var ikki ein gang løgfrøðiliga uppá pláss.


-Men tá ein persónur ger slíkt, tá stingur spurningurin seg upp, um hann er kompetentur at vera júst landsstýrismaður?


-Nú koma vit aftur inn á hetta at taka skjótar avgerðir. Eg trúgvi ikki, at nakar var involveraður í tí avgerðini um grundlógardagin. Hatta var bara ein fiks idé, og so ger hann tað. Tað er ikki tann rætti mátin at gera tingini uppá, tí tá fær tú nakrar trupulleikar, sum tú annars kanst vera fyriuttan. Og vit vita, at Tórbjørn er ein bráður maður.