Eftir strævna konsertferð ymsastaðni í Evropa venda Týr nú nøsina heimaftur til Føroya at spæla.
Bólkurin, sum ikki hevur spælt í heimlandinum síðani MjúS seinasta summar, spæla tríggjar konsertir hetta vikuskiftið.
Fyrsta framførslan verður í Høllini í Trongisvági fríggjakvøldið. Dagin eftir, leygarkvøldið, eru tvær konsertir á skránni. Fyrst í Norðurlandahúsinum og seinni um kvøldið í Cippo, sum í ár hevur húsað fleiri rokkbólkum.
Týr hevur sum sagt havt úr at gera seinastu mánaðirnar. Hetta árið hevur bólkurin vitjað fleiri lond, so sum Svøríki, Póland, Holland, Týskland og Eysturríki. Seinni í summar fer bólkurin aftur á konsertferð í m.a. Týslandi og Svøríki. Teir spæla eisini á Summarfestivalinum.