Fótbóltur
Havnarmenn høvdu hagtølini ímóti sær, tá teir fóru á vøllin sunnudagin. Seinastu tvey árini hevur Skála verið við yvirlutan á heimavøllinum, og við uppgangandi formkurvuni hjá Skála í huga, tóktist uppgávan so avgjørt ikki vera av lættara slagnum. At HB so eisini mátti vera Jákup á Borg fyriuttan, nú hann skal hvíla í nakrar vikur, gjørdi ikki støðuna betri í so máta, mundi breið semja vera um.
Breiður HB-hópur
Tað var tó ikki bara á plássinum hjá Jákupi, at Krzystof Popvzynski hevði gjørt broytingar á HB-liðnum. Miðvøllurin var at kalla spildurnýggjur við Jovan, Svenn F. Jacobsen og Ólavi í Ólavsstovu, og eisini álopið var hamskift. Umframt Tór-Ingar Akselsen, sum loysti Jákup av, var Johan Ejvind R. Mouritsen miðframherji, meðan Hendrik Rubeksen var at finna á vinstra veingi.
Skilgaóð rokering við fólkinum ella reint sjálvmorð. Meiningar frá áskoðarunum vóru ymiskar um ætlanirnar hjá HB-venjaranum við hesum, og fyrstu trý korterini var talan kanska mest um tað seinna.
Tí hóast Skála ikki skoraði, so sótu teir á tí allar mesta fyri steðgin. Á miðvøllinum arbeiddu Bárður Danielsen og Pauli G. Hansen hart og væl, og kropsliga tóktust teir væl og virðiliga at yvirmatcha unga HB-miðvøllin. Hesa yvirvág nýttu teir í longum løtum til at halda eitt stórt trýst oman móti HB-hálvuni, men hóast nógv innlegg og fleiri vandastøður, so gjørdist talan ongan tíð um avgerandi málmøguleikan, sum tørvur var á.
HB royndi seg einstakar ferðirnar við mótálopum, og Hóast Johan Ejvind ta einu ferðina skrúvaði bóltin á tvørtræið, so var sjáldan, at talan gjørdist um veruligar vandastøður.
Kalda pøsin
Tað var kanska væntandi, at HB-venjari fór at gera okkurt skiftið í steðginum, men fyri fyrst varð álit sýnt monnunum.
Steðgurin tóktist tó ikki broyta myndina tað heilt stóra, tí enn sum áður tóktist HB vera meira í verjustøðu, og bara átta minuttir eftir steðgin tóktist ganga galið. Vagnur Mohr Mortensen var ikki nóg avgjørdur, tá hann lat langan bólt hoppa, áðrenn hann ætlaði sær at rudda. Jónhard Frederiksberg var tó skjótur avstað, og so sá Vagnur sær ikki aðra loysn enn at toga kvika framherjan niður. Fríspark á brotsteigarmarkinum og reytt kort til Vagn.
Flestu mundu rokna við, at Skála-yvirvágin nú skuldi gerast til dominans, og tí mundi næsta hendingin í dystinum koma sum køld pøs á heimaliðið. Frísparkið varð misnýtt, og tá HB so fór í kontra, smekkaði Tór-Ingar Akselsen flatt móti høgra horni. Úr 18 metrum og uttan serliga kraft á skotinum, átti Vlada Filipovic helst at vart fyri skotinum, men hann var ov seinur niður, og so var frøi á HB-monnunum.
Tór-Ingar í essinum
Og satt at siga, so kom Skála seg ongan tíð yvir skelkin, sum málið hevði við sær. Roynt var at flyta nógv fólk fram, men vandamikið gjørdist tað ongantíð. Heldur var HB fleiri ferðir nær við at økja, og ikki minst var Tór-Ingar Akselsen í slíkum lag, sum HB-viðhaldsfólkini ikki hava sæð tey seinastu tvey árini. Ferð eftir ferð skræddi hann Skála-verjuna upp við eksplosivum rykkum, og vóru skotroyndirnar bara eitt vet neyvari, blivu fleiri mál á muni.
Í so máta mundi málið gera undurverk fyri sjálvsálitið hjá vágamanninum, og í verandi støðu kann júst hetta gerast gull vert fyri HB. Tí alt annað líka, so vil ein Tór-Ingar í »gamla« lagnum gera saknin av Jákup á Borg munandi minni.
Hesa ferð var avrikið í øllum førum nóg gott til at vissa HB trý stig og til at lyfta liðið upp á oddasessin. Og tað má væl sigast at vera meira enn góðkent.
Hjá Skála kom ósigurin sum vera man illa við. Serstakliga, tí hetta bremsaði liðnum í royndunum at nærkasta feltinum í ovaru hálvu av talvuni. Saman við hinum úrslitunum sunnudagin er støðan helst meira hon, at liðið skal ansa sær fyri teimum, sum eru á teimum trimum niðastu sessunum.