Tað eru alsamt fleiri kvinnur, sum íðka íshokki, men tað er bert í USA og Kanada, at fólk kunnu tosa um kvinnuíshokki í sonnum heimsflokki.
Tey bæði norðuramerikonsku kvinnulandsliðini í íshokki vunnu sínar innleiðandi OL-bólkar við knúsandi tveysiffraðum sigrum, har mótstøðuliðini als ikki sluppu til orðanna.
Munurin millum USA og Kanada og hini liðini kom eisini týðiliga til sjóndar í hálvfinalunum. USA vann heili 9-1 á Svøríki í sínari hálvfinalu, meðan finsku kvinnurnar ?bert? taptu 0-5 ímóti Kanada í sínari hálvfinalu. Fyri USA var sigurin ímóti Svøríki serliga søtur, tí á vetrarleikunum í Torini í 2006 vann Svøríki ein sera óvæntaðan sigur á USA í hálvfinaluni.
Kvinnuíshokki var fyrstu ferð á skránni á vetrarleikunum í Salt Lake City í 2002. Kanada vann gull bæði í 2002 og í 2006. Í OL-finaluni í 2002 vann Kanada 3-1 á USA.