71 ára gamla, Jennifer Geerlings-Simons, verður fyrsti kvinnuligi forseti í Surinam, veit tíðindastovan AFP at siga.
Hetta hendir, eftir at flokkur hennara fekk flest umboð á tjóðartingsvalinum í mai.
Jennifer Geerlings-Simons er fyrrverandi andstøðuleiðari í Surinam.
Hon var einasta forsetavalevni, eftir at kappingarneytar hennara hósdagin í vikuni avgjørdu ikki at stilla nakran upp til valið av forseta.
Surinam liggur har norðuri í Suðuramerika.
Landið hevur mark mót Atlantarhavinum í norði, Guyana í vestri og Brasilia og Fransk Guyana í eystri.
Landið gjørdist sjálvstøðugt í 1975.