Sum sandkorn í alheiminum

Al Gore endaði fyrilestur sín við at sitera William Heinesen. Verðin er eitt sandkorn í alheiminum, men hetta er okkara heim. Okkara heim, sum er í stórum vanda, segði Al Gore Al Gore kendi neyvan William Heinesen, áðrenn hann kom til Føroya, men løgmaður, Jóannes Eidesgaard hevði víst honum á sitati um Tórshavn sum eitt lítið sandkorn, og hetta helt Al Gore vera so rámandi at hann valdi at enda við mynd av jørðini sum einum sandkorni og siteraði føroyska rithøvundin.

Annars kom hann við fleiri ávísingum til hetta lítla landið, hann var komin at vitja. Og hóast hann ikki hevði fangað tað heilt rætta navnið hjá Atlantic Airways og nevndi íslendska fiskivinnumálaráðharran sum ein av føroysku vertunum, so hevði hann eisini sett seg eitt sindur inn í føroysk viðurskifti.

Á stórskermi, har hann vísti myndir frá økjum, har veðurlagsbroytingar hava broytt heil landsløg og samfeløg, hevði hann eisini ein lista yvir tey lond, sum hava samtykt Kyoto avtaluna. Tað vóru bara tvey ídnaðar lond, sum ikki høvdu skriva undir avtaluna, USA og Australia.

- Men nú hevur nýggja stjórnin í Australia skrivað undir, so nú er bara USA eftir. Og so sjálvandi eisini Føroyar, legði Al Gore afturat.

Grundin til at lond sum USA og Føroyar ikki høvdu undirskrivað sáttmálan var einans ein spurningur um manglandi politiskan vilja, staðfesti fyrrverandi amerikanski varaforsetin.

- Men í einum fríum landi, er politiski viljin ein ?renewable resource?, sum hann málbar seg. Og tá fólkið ynskti broytingar, vóru politikarar noyddir at fylgja eftir.