Suðuroyar Sjúkrahús gongur nýggjar leiðir fyri at fáa lækna

? Landskappingin í fótbólti gav leiðsluni á Suðuroyar Sjúkrahúsi hugskotið til at royna nýggjar leiði fyri at fáa lækna til sjúkrahúsið

Læknaneyð

? Tað hevur verið heilt ómøguligt at fingið ein lækna á Suðuroyar Sjúkrahús afturat Læknanum sum er, Knud Steinø.
Hetta segði Ronnie Midjord, umsjónarmaður á Suðuroyar Sjúkrahúsi fyri løgtingslimum, tá ið tey vitjaðu Suðuroynna mikukvøldið og hósdagin í farnu viku.
Hann segði, at tey høvdu søkt og søkt, men ongar umsóknir komu, so enn var Knud Steinø einsamallur við teimum leysu vikarunum, sum tað eydnaðist at finna.
Hann segði, at Sjúkrahúsið tí hevði gjørt av at ganga nýggjar leiðir og so mátti tíðin vísa, um tað fór at eydnast.
Hugskotið hevði hann fingið úr fótbóltinum.
? Tað eru nógvur jugoslavar í Føroyum og sparka, so tey fóru at kanna, um tað ikki eisini var áhugi hjá onkrum lækna at koma hendavegin.

19 umsóknir
Suðuroyar Sjúkrahús søkti tí eftir lækna í Jugoslavia og upp á 14 dagar fingu tey ikki færri enn 19 umsóknir.
Ronnie Midjord sigur, at áhugin hjá læknum í Jugoslavia at sleppa burtur er ikki óskiljandi, tí ársølnin hjá einum lækna har er ikki meiri enn 24.000 krónur í okkara peningi.
Hann sigur, at leiðslan á Suðuroyar Sjúkrahúsi nú hevur valt ein umsøkjara burturúr og í løtuni verður arbeitt vit at fáa heilsustýrið í Danmark at góðkenna hann so at hann kann fáa loyvi at virka sum lækni.
Tað skiltist á fyristøðumanninum at tað var við at koma undir land.
Verður læknin góðkendur, er er ætlanin fyribils, at hann skal vera í Suðuroyar Sjúkrahúsi í ein mánað fyri at vita um hetta er tað rætta fyri báðar partar.
So verður støða tikin til um hann skal verða verandi, ella ikki, sigur Ronnie Midjord.
Annars var Ronnie Midjord fegin fyri teir vikarar, sum hava verið, tí yvirhøvur eru hetta somu læknar, sum koma aftur og aftur og teir kenna tí bæði sjúkrahúsið og viðurskiftini annars.