Nýggja samstarvið millum Postverk Føroya og Suðuroyar Sparikassa gevur sjálvsagt fyrimunir til báðar partar av avtaluni. Fyri Suðuroyar Sparikassa merkir avtalan, at verandi giroskipanin hjá Postverk Føroya, og harvið eisini allar girokonturnar, verður flutt til kervið hjá Suðuroyar Sparikassa. Samstundis fara girokortini hjá Postverk Føroya í søguna, og framyvir verða bara FI-kort nýtt, sum jú eisini kunnu greiðast um netgreiðsluna.
- Samstundis fáa kundar við girokonto atgongd til netgreiðslu og gjaldsskipanina. Harumframt verður eisini møguligt at fáa eitt gjaldskort til girokontuna, greiðir Søren Bruun, stjóri í Suðuroyar Sparikassa frá.
Harumframt hevur Postverk Føroya fingið Suðurouar Sparikassa at røkja gjaldførið hjá Postverkinum. Hetta merkir fyri Suðuroyar Sparikassa, at tey fáa styrkt um gjaldførið hjá sparikassanum. Við hesi flyting kemur Suðuroyar Sparikassi at hava eitt útlánsprosent á 80 prosent, sum merkir at teir hava størri innlán enn útlán, og hetta er millum tey lægstu í danska ríkinum.
Fyri kundan merkir flytingin eisini, at girokonturnar nú verða fevndar av trygdarnetinum hjá danska statinum, nakað ið ikki var gjørligt, tá Postverkið umsat giroskipanina.










