Ætlanin er at gera fendarar har afturi á skipinum, nú tað er í dokk kortini Í morgin fer fíggjarnevndin hjá Løgtinginum at taka støðu til eina umsókn frá Strandferðsluni um tvær mió. krónur í eykajáttan til Smyril.
Smyril er í dokk í Landskrona í Svøríki í hesum døgum, og í tí sambandi er ætlanin at gera fendararnar har afturi á skipinum.
Regin Vágadal, strandferðslustjóri, segði við Kringvarpið í dag, at verður arbeiðið ikki gjørt nú, kann tað í fyrsta lagi gerast um hálvt triðja ár, tá Smyril fer aftur í dokk.