Afturvendandi flogbóltskappingarnar, sum á hvørjum ári verða fyriskipaðar kring landið, hava fingið ein nýggjan dám, síðani Flogbóltssamband Føroya gjørdi av, at liðini, sum vunnu ávíkavíst FK-kappingina hjá Fleyr og Mjølnir-kappingina, samstundis vunnu sær sess í steypafinaluni.
Mjølnir er í báðum finalunum
Tann fyrra av hesum báðum kappingum, nevnliga FK-kappingin hjá Fleyr, var spæld í Havn í heyst, og tá gjørdu klaksvíkingar bart í høvuðsstaðnum. Mjølnir vann nevnliga bæði meistaradeildina hjá kvinnum og hjá monnum, og tískil eru klaksvíkingar við í báðum steypafinalunum, sum verða leiktar á Hálsi tann 12. februar.
Nú skulu hinir finalistarnir so finnast, og tað verður gjørt í Klaksvík um vikiskiftið, tá ið árliga Mjølnir-kappingin er á skránni.
Tey mongu liðini, ið skulu taka lut í Mjølnir-kappingini, leggja til brots tíðliga leygarmorgunin og spælt verður allan dagin, bæði í KÍ-høllini og í fimleikahøllum í býnum. Sunnudagin verða so finalurnar á skránni.
Spælt verður í seks deildum, meistaradeild, 1. deild og 2. deild hjá bæði kvinnum og monnum.