Steypadagur

Í kvøld verða tríggjar av teimum fýra hálvfinalunum í Coca-Cola kappingini avgreiddar

 

Hondbóltur


Eftir at landsliðsuppgávurnar nú eru lagdar aftur um bak á hesum sinni, er longu klárt hjá hondbóltsleikarunum kring landið at fara í holt við næstu stóru uppgávurnar.

Hálvfinalurnar í Coca-cola kappingini, sum steypakappingin nú eitur, eru á skránni, og tríggjar av hesum verða avgreiddar í kvøld.


Dupultbrak í Vestmanna

Í Vestmanna hevur hondbólturin í ár fingið betri fastatøkur enn vanligt, nú bæði kvinnur og menn tykjast fullkomuliga einaráðandi í sínum deildum.

Umframt oddasessin í landskappingini hava liðini eisini leikt seg til hálvfinalurnar í steypakappingini, og tey hava bæði heimavøll í fyrru uppgerðini.

Kvinnurnar skulu taka ímóti Neistanum, og hóast havnarliðið tykist hava gjørt stór framstig í mun til grundspælið, so er einki at ivast í, at VÍF eru stórfavorittar í dystinum. Úrslitini í landskappingini tala sjálvsagt til fyrimuns fyri hetta, men harumframt hevur VÍF havt eitt sera gott tak á júst Neistanum. Havnargenturnar geva seg tó vanliga til tað allar seinasta, so spennandi verður at vita, um tær megna at skapa eitt óvæntað úrslit.

Hjá monnunum er talan um enn eina útgávu av klassikaranum yvir øllum í føroyskum hondbólti, tá Kyndil kemur á vitjan í Vestmanna.


Er høvdið klárt

Higartil er Kyndil einasta liðið, sum hevur skalað vestmenningunum, og tað tykist greitt, at ein favorittur verður sera torførur at finna í hesum dysti.

Størsti spurningurin er helst, hvussu klárir nógvu landsliðsleikararnir hjá VÍF eru í høvdinum, tá teir fara inn til dystin. Kropsliga eigur tað at hava givið teimum ein fyrimun, at teir nú hava verið partur í seks knallhørðum dystum, men mentalt kann tað verða torført at seta seg upp til eina slíka uppgávu nú. Vestmenningar høvdu ikki færri enn átta leikarar á landsliðnum, meðan Kyndil í sín lut átti fýra leikarar.


StÍf vitjar í Havn

Triði dysturin í kvøld verður í Havn, har mansliðini hjá StÍF og Neistanum fara at dystast. Eisini hetta tykist sum ein sera spennandi dystur, og skal metast eftir úrslitunum í grundspælinum, er so einki avgjørt. Her vunnu strandingar dystin í Havn, meðan teir heldur óvæntað máttu lúta á heimavølli.

Til stuttleikar kann nevnast, at tað hjá monnunm er talan um somu hálvfinaluluttakarar, sum í fjør. Tá eydnaðist tað sum kunnugt Kyndli at basa VÍF í sínum hálvfinalum, meðan Neistin vann seg fram til finaludystin við at basa StÍF. Sostatt hava havnarliðini í øllum førum hagtølini í sínum parti, men enn hav hesi ongantíð avgjørt ein dyst, og soleiðis verður neyvan hesa ferð heldur.


VB og Stjørnan

Fjórði av fyrru hálvfinaludystunum verður í Vági leygardagin, tá Stjørnan og VB spæla. Ferðasambandið ger tað at kalla ógjørligt at spæla hendan mitt í viku, og tí verður hann nú leiktur um vikuskiftið. Liðini spæla annars eisini landskappingardyst um vikuskiftið, og verður hesin leiktur sunnudagin.

Returdystirnir í Coca-Cola kappingini verða leiktir soleiðis. Týsdagin, 30. januar spæla Kyndil-VÍF og StÍF-Neistin hjá monnum. Mikudagin 31. januar spæla kvinnuliðini hjá Neistanum og VÍF, meðan Stjørnan eigur heimadyst móti VB tann 3. februar.