Stórur áhugi fyri nýggjárskonsertini

Ongantíð áður eru so nógv atgongumerki seld í forsølu til eina nýggjárskonsert, sum hana í ár

Áhugin fyri ársins nýggjárskonsert er stórur. Fleiri enn 600 atgongumerki eru seld í forsølu, og tað er óvanliga nógv.

Frændur eru høvuðsnavnið á nýggjárskonsertini, sum verður fríggjakvøldið í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.

Umframt Frændur verður eisini eitt so kallað Hit Show 2000, har plátuvendarar fara at spæla best umtóktu sangirnar frá árinum, sum nú fer aftur um bak.


Eisini á Kambsdali

Frændur venur um dagarnar í Klaksvík, og manningin, sum hesaferð fer at spæla saman við teimum trimum frontmonnunum, Steintór Rasmussen, Eyðun og Rana Nolsøe, eru Erik Biskopstø, Ingi Isaksen og Høgni Klakkstein.

Frændur fer at spæla sangir frá øllum sínum útgávum síðani 1984, tá millum annað Hundurin Brúni kom goyggjandi inn á føroyska tónleikapallin.

Leygarkvøldið verður sama konsert - við Frændum og Hit Show 2000 - í ítróttarhøllini á Kambsdali.