Stór menning á psykiatriska økinum í Føroyum

Í samband við umrøðuna av ymiskum viðurskiftum hjá sálarsjúkum í Føroyum, er vert at vísa á eina gleðiliga positiva gongd, sum seinastu árini hevur verið á psykiatriska økinum. Tíbetur er nógv at greiða frá, men eg skal her í stuttum bert nevna nøkur av høvuðsmálunum.

Heildarpsykiatriin raðfest

Tá hetta landsstýrið varð skipað, varð gjørt av at raðfesta sálarsjúkuøkið, við at fara undir at fremja ætlaninar í álitinum um heildarpsykiatri frá 2002. Tað merkir í stuttum at menna allar tríggjar høvuðstættirnir í psykiatriini samstundis, tvs.

sjúkrahúspsykiatriina (fyri innlagdar sjúklingar),

økispsykiatriina (ambulant viðgerð í økjunum, til tess at fyribyrgja innlegging) og

sosialpsykiatriina (bústaðar- og virknistilboð til sálarsjúk, ið ikki hava tørv á innlegging, men krevja stuðul til at kunna klára seg sjálvan).

Haraftrat skuldu ytri umstøðurnar fyri psykiatriina nútímansgerast:

viðv. fysisku umstøðunum á Psykiatriska Deplinum, og

nýggj sálarsjúkulóg skuldi setast í gildi.

 

 

Sosialpsykiatriin mest átrokandi

Í Føroyum hava vit havt og eru enn trupulleikar á psykiatriska økinum, m.a. tí vit nústani eru farin í holt við neyðuga økis- og sosialpsykiatri. Hetta elvdi serliga til stórar trupulleikar fyri sjúkrahúspsykiatriina, tí m.a. av manglandi bústaðartilboðum til sálarsjúk, var avleiðingin tann, at nógv sálarsjúk – eini 40 fólk – vóru noydd at liggja á sjúkrahúsinum, hóast tey vóru liðugt viðgjørd og kundu útskrivast.

Sosialpsykiatriin varð í 2004 skipað sum sjálvstøðug eind - Deildin fyri Sinnisveik - undir núverandi Nærverkinum, við felags leiðslu við Stuðulstænastuni fyri vaksin, har nógv størsti parturin av brúkarunum er heimabúgvandi sálarsjúk.

Nýtt sambýlið fyri sálarsjúk, undir Fobbakletti í Sandavági, varð tikið í nýtslu seinni í 2004. Hetta var fyrsta sambýlið síðani Sólteig í 1985 og Eysturstræti í 1989, sum Sinnisbati tók stig til.

Í 2005 varð aftur eitt nýtt sambýlið, á Traðarvegi, eisini í Sandavági, tikið í nýtslu. Av tí at stutt var millum húsini, vóru tey samskipað við felags leiðslu og virknistilboðum.

Stuðulstænastan fyri vaksin hevur eisini síðstu 3-4 árini ment eina skipan við toymum fyri sinnisveik, soleiðis at í dag eru 52 heimabúgvandi brúkarar knýttir at skipanini.

Vit fingu ein nýggjan miðdepil fyri sosialpsykiatriina, tá Deildin fyri Sinnisveik fekk hølini í Løkjatúni á Argjum, sum eisini er café og tilhaldsstað fyri sinnisveik.

Deildin fyri Sinnisveik skipar fyri fjølbroyttum virknistilboðum. Eitt dømi er reglulig likamsvenjing. Hetta hevur stóra undirtøku, sum sást nú eini 100 fólk luttóku, tá skipað varð fyri Ítróttardegi fyri sinnisveik í síðstu viku.

Sum dømi um vøksturin á sosialpsykiatriska økinum er rakstrarjáttanin til Deildina fyri Sinnisveik í hesum landsstýrisskeiðinum økt úr 7,4 mió. í 2003 til 18,4 mió. kr. í 2007.

 

 

Ambulant økispsykiatrisk tænasta

Økispsykiatriin skal hava um hendi alla eftirviðgerð av áður innløgdum sjúklingum, og skal veita eitt ambulant fyribyrgjandi viðgerðartilboð til sjúklingar, sum verða ávístir av kommunulækna.

Sum fyrsta stigið varð ambulanta-økispsykiatriska toymið skipað á Psykiatriska Deplinum í 2005.

Síðan er m.a. farin fram ein serútbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum til eina økispsykiatriska tænastu, sum skal fáast í lag úti um alt landið.

 

 

Nýtt sambýli í Havn og økisdepil í Suðuroy

Seinni í ár verður farið undir tvær nýggjar byggiverkætlanir fyri sinnisveik

Bygginevnd leggur í hesum døgum síðstu hond á fyrireikingarnar til at fara undir at byggja nýtt sambýli fyri sinnisveik í Havn. Umframt umstøður fyri virknistilboðum skulu vera 16 búpláss, bygt í 2 stigum, soleiðis at farið verið undir fyrsta byggistig við 10 plássum seinni í hesum árinum.

Økisdepil fyri sinnisveik skal byggjast í Vági. Bygginevndin er komin so langt áleiðis, at farið verið ígongd við byggingina síðst í hesum árinum. Her er ætlanin at samskipa økispsykiatrisk tænastutilboð við sosialpsykiatrisk virknistilboð og bústaðir, 8 búpláss og 2 til umlætting.

Verklagslóg fyri hesar byggingarnar verður løgd fyri tingið eftir Ólavsøku. Á galdandi fíggjarlóg eru longu settar 6 mió. kr. av til at fara ígongd við byggingina í ár.

 

 

Barna- og ungdómspsykiatri verður skipað

Fyrst í hesum landsstýrisskeiðinum varð á Psykiatriska Deplinum gjørd avtalað um barna- og ungdómspsykiatriska konsulenttænastu við almennar og privatar serfrøðingar úr danska heilsuverkinum, eisini við tí endamálið at stuðla uppbygging av fakliga førleikanum á hesum øki í Føroyum.

Í ár er játtan uppá knappliga millión sett av til at skipa eina serstaka barna- og ungdómspsykiatri á Psykiatriska Deplinum.

Ein serstøk viðgerðar- og songjadeild fyri barna- og ungdómspsykiatri skal skipast á Psykiatriska Deplinum eftir byggiætlanini fyri Landssjúkrahúsið, sum er samtykt fyri 2006-2008.

 

Geronto- ella ellisspsykiatri verður skipað

Tað hevur eisini verið ein trupulleiki at veitt nøktandi tilboð fyri sálarsjúklingar, sum eru gomul og røktarkrevjandi.

Í vetur varð byrjað við eini gerontopsykiatriskari royndarverkætlan á Eirargarði, við pláss fyri 4 fólkum.

Á Psykiatriska Deplinum er ætlanin at byggja upp eitt gerontopsykiatrisk toymi, sum kann veita røktarheimum o.ø. stuðul og ráðgeving á hesum øki.

Í íløguætlanini fyri Almanna- og heilsuøkið er raðfest bygging av serstakum røktarheimi burturav fyri gerontopsykiatriskar sjúklingar.

 

 

Starvsfólkamenning á Psykiatriska Deplinum

Reglulig átøk verða sett í verk á Psykiatriska Deplinum fyri støðugt at menna viðgerðirnar og arbeiðsførleikan hjá starvsfólkunum. Dømi um hetta eru:

Í vetur vóru fyrstu prógvini handaði í samband við verkætlanina á Psykiatriska Deplinum um at útbúgva fyrrverandi sjúklingar sum serstøk starvsfólk við brúkararoyndum.

Í vár er farið undir serstaka verkætlan um fakliga kvalitetsmenning til tess at menna læriumhvørvið á Psykiatriska Deplinum. Verkætlanarleiðari er settur at stíla fyri átakinum.

 

 

Nútímansgerð av Psykiatriska Deplinum

Í byggiætlanini fyri Landssjúkrahúsið, sum varð samtykt á løgtingi fyri góðum ári síðani, er nútímansgerð av Psykiatriska Deplinum raðfest frammaliga. Peningur er játtaður til at fara í holt við umbyggingina í 2008.

Allar einstaklingastovur og felagshøli verða umbygd so tey lúka nútíðar krøv.

Nýggj felags móttøka skal vera við tænastum bæði fyri sjúklingar, vitjandi og starvsfólk.

Deildirnar verða umskipaðar í integreraðar vardar eindir, so ikki verður brúk fyri stongdum deildum.

 

 

Nýggja psykiatrilóg er ávegis

Galdandi psykiatrilóg er heilt afturi frá 1938 og tískil avoldað. Hóast hetta er ikki rætt, sum onkur hevur ført fram, at føroyskir sálarsjúklingar eru uttan rættartrygd á týdningarmiklum økjum. Praksis og instruksir á Psykiatriska Deplinum leggja seg heilt at ásetingunum í donsku psykiatrilógini frá 1989 við seinni reguleringum. Hetta er eisini ásett í rundskrivi frá Almanna- og heilsumálaráðnum.

Nýggj psykiatrilóg er tó ávegis, at verða sett í gildi fyri Føroyar. Hon verður løgd fyri løgtingið eftir Ólavsøku, væntandi síðst í september.

 

 

Ásetingar um eftirlit og innihald á sambýlum

Í sambandi við kritisku frágreiðingina hjá Løgtingsins Umboðsmanni um viðurskifti á sambýlum undir Nærverkinum, sum húsa bæði menningartarnaðum og sálarsjúkum, skal nevnast at arbeiðið við hesum er longu farið ígongd.

Síðsta summar fór Nærverkið undir heilsufakligt eftirlit á nøkrum stovnum og sambýlum í Nærverkinum. Hetta heldur fram í heyst, so komið verður á mál við øllum stovnum og sambýlum. Eftirlitið verður framt av eksternum fakfólki og snýr seg um heiligvág, heilsustøðu og sjúklingarættindi.

Samstundis er Trivnaðartænastan í Nærverkinum farin undir arbeiðið at fáa skipað pedagogiskt eftirlit á sambýlunum og bústovnunum. Hetta verður gjørt eftir avtalu við konsulent og eftir ásetingunum í galdandi donsku lógini á økinum.

Í svarskrivi til Umboðsmannin havi eg fyri 6 døgum síðani, t. 13. juni 2007, boðað frá, at farið verður undir arbeiðið at gera neyðugar ásetingar í lógum og reglum um eftirlit við og innihald á øllum sambýlum og stovnum, sum Almanna- og heilsumálaráðið varðar av.

 

 

Stór menning á økinum

Samanumtikið kunnu vit vera fegin um stóru fakligu, viðgerðarligu og tænastuligi menningina á psykiatriska økinum í Føroyum. Hetta takkað verið góðum, konstruktivum samspælið millum politiska myndugleikan, leiðslu og starvsfólk við professionalismu og eldhuga á Psykiatriska Deplinum og Nærverkinum, og virkisfúsna felagið hjá sálarsjúkum, Sinnisbati, sum eg at enda vil ynskja tillukku við 25 ára degnum.