Øssur tekur eitt ár afturat

38 ára gamli veteranurin hjá B68 hevur sagt felagnum frá, at hann eisini tekur eitt tørn í 2010. Øssur Hansen er um nakar Mr. B68 í verandi hópinum hjá B68. Hóast hann sum spælari eisini hevur verið í GÍ, B36 og donsku feløgunum, Vejle, Herning og B93, so er tað fyrst og fremst B68, sum hevur verið hjartabarn hansara. Og tað verður tað eisini í 2009. Fyri einum ári síðani vóru boðini annars, at hann var givin, men hann fann tó gaggurnar fram aftur. Í ár hevur hann verið týðandi partur av góðu úrslitunum hjá B68, og tað ætlar hann sær altso eisini at vera í 2010, veit heimasíðan hjá B68 at siga. Øssur var eisini í fleiri ár fastur maður í føroyska landsliðshópinum, har tað gjørdist til 51 landsdystir og tvey mál.