Ein spreinging var í nátt uttan fyri húsinmi hjá jødiska felagsskapinum í svenska býnum Malmø. Løgreglan hevur eisini funnið prógv fyri, at onkur hevur roynt at bróta inn í bygningin.
-Einki fólk fekk skaða. Ein rútur er brotin, og úthurðin fekk skaða av spreingingini, sigur Peter Martinsson hjá løgregluni í Skåne við tíðindastovuna TT.
Sydsvenska Dagbladet skrivar, at tvey fólk eru tikin. Tað váttar løgreglan, men hon vil ikki siga nakað um teir tiknu menninar.
Bent Lexner, sum er yvirrabbinari hjá jødunum í Danmark, sigur við TV2, at hendingin í Malmø kemur ikki óvart á seg, tí jødarnir í Malmø eru javnan fyri ágangi