Kyndil er á odda hjá bæði monnum og kvinnum, og felags fyri bæði liðini er, at tey hetta vikuskiftið kunnu taka næstseinasta fetið fram móti FM-heitinum.
Um tað í morgin eydnast Kyndilsmonnum at vinna á Neistanum og Kyndilskvinnum at vinna á VB, resta bert tvey stig í hjá báðum liðunum til at tryggja sær føroyameistaraheitið, og um tað hendir, kann tað gera endan av kappingini til eitt slag av antiklimaksi, tí hon annars hevur verið so jøvn.
Serliga í kvinnudeildini liggur Kyndil væl fyri, og um tær vinna á VB í morgin, koma tær upp á 26 stig. Og um so verður, hevur liðið so gott sum endurvunnið føroyameistaraheitið, tí Stjørnan, sum er nummar tvey við 19 stigum, kann ikki koma hægri enn 27 stig, og til tað krevst, at klaksvíksliðið vinnur allar sínar írestandi dystir, samstundis sum Kyndil tapir allar sínar. Og sum gongdin hevur verið í endaspælinum, er tað ikki serliga sannlíkt.
Tey sum fylgdu við í fjør, minnast ivaleyst, at VB í Havn vann á Kyndli í endaspælinum, og tað úrslitið hava VB-kvinnurnar ivaleyst í huganum, nú tær aftur í ár stríðast móti niðurflytingini saman við GÍ/Tjaldrinum. Men tær í Kyndli minnast ivaleyst eisini tann dystin, og tað verður ikki nøkur løtt uppgáva hjá vágskvinnum at fáa nakað burturúr móti oddaliðnum, sum hevur vunnið allar sínar sjey dystir higartil í endaspælinum og ikki hevur tapt í landskappingini síðani í allarfyrsta umfarinum móti Stjørnuni.
VB fær heldur ikki nakra lætta uppgávu í dag, tá tær spæla móti Neistanum. Neistakvinnur hava havt eitt misjavnt kappingarár, og FM-heitið er fokið. Men tær spæla fyri heiðursmerkjum og fara ikki at geva VB nakað fyri einki í dag.
Á Skála tekur StÍF móti Stjørnuni, sum altíð hevur havt trupulleikar við strandaliðnum, ikki minst á Skála. Liðini eru nummar tvey og trý, men um Stjørnan ikki vinnur í dag, samstundis sum Neistin ikki vinnur, skal Kyndil bert vinna í morgin, so eru tær føroyameistarar.
StÍF og Stjørnan kappast við Neistan um tey bæði seinastu heiðursmerkini. StÍF fekk silvur í fjør, men skaðar og óstøðug úrslit hava gjørt, at tær ikki hava verið heilt so drúgvar í ár. Stjørnan hevur reist seg aftur sum eitt av bestu liðunum í føroyskum kvinnuhondbólti eftir nøkur ár í dvala, og tað man vera eitt tað gleðiligasta við hesum kappingarárinum, at hondbólturin er vaknaður aftur í Klaksvík, har áhugin fyri liðnum eisini er stórur.
Fjórði og seinasti dysturin í kvinnudeildini hesaferð verður í Vestmanna í morgin millum VÍF og GÍ/Tjaldrið. Eins og í Klaksvík hevur kvinnuhondbólturin í Vestmanna upplivað eina endurveking í ár, og VÍF er steypavinnari hjá kvinnum eins væl og hjá monnum.
Men tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá VÍF í seinastuni, men her skuldi endiliga verið ein møguleiki hjá VÍF, sum hevur tapt seks ferðir á rað í landskappingini, at fingið stig aftur, men eingin verður helst bilsin, um eysturoyarliðið vinnur í Vestmanna. Við gongdini hjá VÍF í huga er tað ikki óhugsandi, og GÍ/Tjaldrið vann eisini seinast hesi liðini møttust.
Tríggjar lokaluppgerðir
Hjá monnunum hevur H71 frí hetta vikuskiftið, og eftirsum hoyvíkingar í løtuni eru nummar tvey, er møguleiki fyri, at munurin millum oddaliðið Kyndil og hini aftur fer at vaksa. Annars er talan um tríggjar lokaluppgerðir í 1. deild hjá monnum í morgin.
Kyndil spælir móti Neistanum, og dystirnir millum tey bæði havnarfeløgini eru sum oftast torførir at spáa um frammanundan. Vanliga liggur Kyndil omaná, men Neistaavrikini hava verið nógv upp og niður í endaspælinum. Tað hevur ivaleyst eisini okkurt at gera við, at Neistin ikki hevur havt so nógv at spæla fyri seinastu dystirnar, men teir hava framvegis møguleika fyri heiðursmerkjum, og so eru dystirnir móti Kyndli jú altíð nakað serligt.
StÍF er í løtuni á triðja plássi, men hevur góðar møguleikar fyri at taka seg upp á annaðplássið, nú H71 ikki spælir, og mótstøðuliðið hjá strandingum hesaferð er Tjaldrið. Avgjørda botnliðið hevur verið nær við fleiri ferðir, men einasta liðið, sum ongar trupulleikar hevur havt av Tjaldrinum, er júst StÍF.
Triðja lokaluppgerðin er millum tey bæði liðini í norðurstreymoy, VÍF og KÍF. Vestmenningar skuldu í gjár spælt móti Tjaldrinum, men dysturin bleiv av ongum. Bæði dómararnir og Tjaldursmenn vóru á veg til Vestmannar, men vendu við, tí veðrið var so ringt. Tað er óvist, nær dysturin verður spældur, men sum vit skiltu á lagnum í gjár, vildu vestmenningar hava hann avgreiddan sum skjótast, helst tí Áki Olsen er leikbannaður eftir reyða kortið móti Neistanum seinast.
Dysturin móti KÍF verður í morgin, og um dysturin móti Tjaldrinum ikki er spældur tá, spælir VÍF uttan Áka móti kollfirðingum. Men VÍF eigur framvegis at vinna, tí hóast KÍF gjørdi bart móti H71 herfyri, man tað vera so sum so við huginum hjá teimum, nú teir einki hava at spæla fyri meir. VÍF er í løtuni heilt niðri á fjórða plássi, men hava onkran dyst til góðar í mun til hini liðini.