Sonni á Horni stillar upp fyri Tjóðveldi

- Eg havi boðað Nýggja Sjálvstýri frá, at eg taki mína tilsøgn um uppstilling aftur og havi gjørt av at taka av eini innbjóðing frá Tjóðveldi, sigur Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu.

- Eg havi boðað Nýggja Sjálvstýri frá, at eg taki mína tilsøgn um uppstilling aftur og havi gjørt av at taka av eini innbjóðing frá Tjóðveldi.

 

Tað sigur Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, við in.fo í kvøld.

 

Fyri eini tíð síðan boðaði Sonni á Horni frá, at hann hevði givið tilsøgn um at stilla upp fyri Nýggja Sjálvstýri til komandi løgtingsval.

 

- Men, eg havi nú boðað formanni floksins frá, at eg taki tilsøgnina aftur.

 

Hann vísir á, at tað var á leið um somu tíð, at hann fekk tilboð bæði frá Nýggjum Sjálvstýri og Tjóðveldi um at stilla upp.

 

- Ein orsøkin til, at eg valdi at siga ja til Nýggja Sjálvstýri - og ikki til Tjóðveldi - var partvís støðan í Fuglafjarðar býráði.

 

Sonni á Horni vísir á, at eftir at Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóri, hevur funnið Kára P. Højgaard, løgtingsmann hjá Nýggjum Sjálvstýri, sekan í lógarbroti, og flokkurin á síni heimasíðu stuðlar Kára við orðingini "samanum tikið ein reinsan við einari nøs…", tekur Sonni sína tilsøgn aftur.

 

- Tað kann væl vera, at eg gjørdi nakað skjótt av og segði ja, tá eg varð spurdur, men nú havi eg so boðað formanninum frá, at eg vil ikki vera á listanum hjá Nýggjum Sjálvstýri.

 

Sonni á Horni sigur, at hann altíð hevur valt Tjóðveldi, og nú flokkurin ynskir, at hann gerst eitt av valevnum floksins til løgtingsvalið komandi, hevur hann játtað at stilla upp fyri flokkin.