- So so, góðin!

Sjálvt á Skarvanesi hevur døgnið 24 tímar. Og hesar tímarnar brúkar Poul Jákup væl og á ymiskan hátt. Hetta er ikki eitt stað fyri svøvnsskarvar.

Í bygdini eru hønur og dunnur at passa, og heima við hús liggur ein violin og bíðar eftir honum.
Honum dámar sera væl at ganga túrar inn eftir vegnum, teir 2-3 km. inn móti dalinum. Hevur hann hinvegin hug at fara ein túr við skutaranum, er ikki so langt at koyra inn í handilin Eldhús á Sandi. Har fær hann altíð eitt gott prát.
- Teir plaga at seta mær spurningar: - Nú, góðin. Hvat hendir á Skarvanesi?
- So plagi eg at fortelja teimum um øll tey mongu fólkini, sum koma higar hvønn einasta dag og hvat tey gera. Hetta fáa teir seg illa at trúgva, og tá teir so byrja at siga So, so, góðin, tá gevist eg!, sigur Poul Jákup við einum brosi.
Annars er Skarvanes at kalla ein blindtarmur í føroyska veganetinum. Vanliga koma ikki nógv fólk hagar, sum ikki ætla sær tað. Men tað kemur kortini fyri at útlendingar koma higar.
Tey síggja bara á kortinum at koyrandi er higar. Tey vita ikki reiðiliga, hvat tey koma til, men fylgja bert vegnum til bygdina.
- Tað eru fá fólk sum hava verið her, men tá undirsjóvartunnilin kemur, tá fara nógv fólk at koma higar. Tað verður helst eitt útferðarmál eins og Múli og Gásadalur.
- Men tá tunnilin kemur, tá seta vit ein bumm fyri, sigur hann við einum skálkasmíli.