Skrivar Ph.D. ritgerð um føroyskan samleika

Tann bert 23 ára gamla Olja Markelova skrivar á lærda háskúlanum í Moskva eina Ph.D. ritgerð um føroyska samleikan. Sjálv hevur hon einki tilknýti til Føroyar av nøkrum slag. Tað vóru bókmentirnar hjá Williami Heinesen, ið kveiktu hennara áhuga fyri Føroyum. Eisini hevur hon umsett fleiri av yrkingum Williams til russiskt, og tær verða í næstum givnar út í Russlandi

SAMRØÐA

Seinastu vikurnar hevur 23 ára gamla Olga Markelova verið gestur á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum. Olga er úr Moskva Hon verður vanliga kallað fyri og rópar seg sjálva fyri Olja. Í løtuni skrivar hon eina PhD ritgerð á Lærdan háskúlanum í Moskva. Tað er í hesum somu ørindum, at hon er í Føroyum. Ritgerðin snýr seg nevniliga um hin føroyska samleikan.

Av tilvild
Við eitt borð á bókasavninum hjá Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum situr Olja. Bøkurnar á borðinum eru skrivaðar av monnum sum Hans Jacob Debes, Janus Djurhuus og Kirsten Brix. Her hevur fyri tað nógva sitið seinastu dagarnar. Hon greiðir frá, at fyri hana er strongd og hart arbeiði eingin trupulleiki.
Tá vit hitta hana ein hósdag seinnapart hevur hon longu arbeitt seg ígjøgnum eitt lítið fjall av føroyskum bókum, og steðgurin hevur ikki verið longri enn eina viku.
Olja skilir væl øll tey norðurlendsku málini. Hon tosar flótandi danskt og flótandi íslendskt, men er ikki enn komin heilt á lagið við føroyska málinum.
Hon fór, sum flest allir russar, í skúla sum sjey ára gomul. Í teirri russisku skúlaskipanini eru eingir miðnámsskúlar, og børnini kunnu fara beinleiðis úr ?barnaskúlanum? á lærdan háskúla. Hesi hava lært stórt sæð tað sama. t.e. tey eru á sama støði, sum føroyskir næmingar, ið júst eru lidnir við eina miðnámsútbúgving.
Sjálv var Olja sekstan ára gomul, tá hon byrjaði at lesa á lærda háskúlanum í Moskva. t.e. Universitetið í Moskva. Av nógvum verður hetta roknað sum tað einasta universitetið í býnum, men tað eru eisini onnur.
Hon byrjaði at lesa norðurlendska filologi (norðurlendsk málvísandi) á deildini fyri útlendsk mál á lærda háskúlanum í Moskva. Hon gjørdi seg lidna við hesi útbúgvingina sum 21 ára gomul, og stutt eftir fór hon undir at skriva eina Ph.D. ritgerð. Hendan ritgerðin snýr seg um tann føroyska samleikan. Ein Ph.D. rigerð er normerað til trý ár, og Olja er komin í helvt við sínari ritgerð.
Sum part av arbeiðinum hevur hon fingið eitt stipendiat í Íslandi. Hetta inniber, at hon í eitt ár er næmingur á lærdum háskúla í Reykjavík, har hon eisini lesur íslendskt sum fremmandamál.
Tað er mest av øllum av tilvild, at Olja nakrantíð fór í holt við nakað føroyskt.
Høvuðsfakið hjá henni í sínari útbúgving er danskt, og hon datt ein dagin á bókina ?Det fortryllede lys? - stuttsøgusavn hjá William Heinesen.
?Beinanvegin hugsaði eg, at her var okkurt at granska í, sigur Olja.
Hennara høvuðsuppgáva endaði eisini við at verða um William Heinesen. Tað vóru skaldsøgur hansara ?De fortabte?, Nóatún og Tornet ved Verdens Ende, ið høvuðsdentur varð lagdur á í teirri uppgávuni.
Hetta er hennara fyrsta vitjan í Føroyum, men hon vónar at koma aftur til jóla ella komandi vár.
?Her eru so nógvar keldur, og eg vildi eisini ógvuliga fegin sleppa at siggja landið, sigur Olja.

Føroyskur samleiki
Sjálvt heitið á ritgerðini er ?Den færøske litteratur og medvirkningen af nationalfølelsen på Færøerne?. Við arbeiðsyvirskriftini: Hvordan den færøske identitet kommer til udtryk i litteraturen. Hvordan litteraturen spiller sin rolle i udformningen av identiteten.
Olja nýtir russisk samleika ástøði sum grundarlag í rigerðini.
?Eg havi valt at leggja stóran dent á rithøvundar frá byrjanini av 20. øld. Christian Matras, Regin í Líð, William Heinesen og aðrar, sigur Olja.
Olja dugir ikki rættiliga at siga í stuttum, hvat tað er, sum hevur fangað hennara áhuga við William Heinesen og øðrum føroyskum rithøvundum.
?Tað er trupult at siga, men við Williami hevur tað mestur okkurt at gera við hansara realismu. Higartil hevur tað verið ótrúliga spennandi at granska í teimum føroysku bókmentunum, sigur Olja.
Ein av fyribils niðurstøðunum, hon hevur gjørt, er, at útviklingurin av samleikanum er meira ?sjælelig? heldur enn politiskur. Tað politiska fylgir síðani aftaná.
?Dupultsíður rennur tú teg á allatíðina. Tað er so ymiskt, hvussu fólk fata føroyska skaldskap og hvussu fólk tulka nationalan skaldskap, sigur Olja.
Ritgerðin verður skrivað á russiskum og á donskum. Eisini hevur hon umsett fleiri av yrkingum Williams til russiskt og eina stuttsøgu, og tær verða í næstum givnar út í Russlandi
Vegleiðari hennara og starvsfólk á lærda háskúlanum í Moskva fegnast um, at Olja hevur tikið hetta stigið. Tað var kortini ikki tað heilt nógva, tey kendu til Føroyar ? og kanska enn minni til tann føroyska samleikan.
?Hetta er sjálvandi forkunnugt fyri okkum. Á deildini, har eg gekk, er bert ein professari í norðurlendskum, og tey hava kunnleika í øllum teimum føroysku málunum uttan føroyskum, so hetta kemur væl við, sigur Olja.
Áðrenn hon kom at kenna føroyskar bókmentir nærri, roknaði hon við, at hon fór at fara undir at granska í donskum romantikki, men har longu so nógv skrivað, heldur hon.
Hóast tað var mestsum av tilvild, at hon endaði í Føroyum, so er hon fegin um at vera enda í Føroyum og við arbeiðinum um føroyska samleikan.
?Eg trúgvi, at tað týdningarmesta hendur av tilvild. Planleggur tú ov nógv, so riggar tað ikki, sigur Olja, sum roknar við, at hon eftir ritgerðin er liðugur fer at starvast við lærda háskúlan í Moskva og undirvísa m.a. í føroyskum.