- Um lesarin skuldi ivast, so var tað Jógvan Skorheim, ið sat við valdi síðstu býráðssetu, og ikki undirritaði.
Soleiðis byrjar Eyðstein Poulsen sína verjurøðu, nú Jógvan Skorheim svaraði honum aftur um pástandin, at tað er bíligari at búgva í Havn enn í Klaksvík.
Les eisini Gloymdu tað størstu sparingina av øllum
- Eg havi fyrr talað at borgarstjóranum fyri at renna undan ábyrgd, og lat meg gera tað einaferð enn. Lat meg gera tað púra greitt, at ábyrgdarloysi hugar mær ikki! Tað eru teir politikarar, ið taka við ábyrgd og standa við sínar avgerðir, og so eru tað hinir, ið sveima millum ábyrgdarloysi og ryggleysar avgerðir, skrivar Eyðstein Poulsen.
Og um nakar skuldi ivast, so heldur hann, at borgarstjórin í Klaksvík hoyrir heima í seinna bólkinum. Eyðstein Poulsen ákærir nú borgarstjóran fyri at villleiða borgaran, við at flyta lántøkur, ið hendan samgongan hevur tikið, yvir á undanfarnu samgongu. Tó so, sigur Eyðstein Poulsen, borgarstjórin má minnast til, at eisini hann sat í undanfarnu samgongu, og tí kortini eigur part av ábyrgdini.
Les eisini Nógv dýrari at búgva í Klaksvík enn í Havn
Stríðið snýr seg nú um yvirtøkuna av badminton- og KÍ-høllini. Samtyktin at yvirtaka høllina var tikin í undanfarnu setu, men fíggingin og lántøkan var avtalað í hesi setuni, sigur Eyðstein Poulsen, tað vil siga, meðan Jógvan Skorheim sat við ábyrgdini.
Við hesum við Eyðstein Poulsen vísa á, at tað er ikki satt, tá borgarstjórin sigur, at kommunan fremur stórmál uttan lántøkur.










