Skiparin á Smyrli hampiliga væl nøgdur

? Eg havi ikki ringa samvitsku fyri tað um vit hava fingið eina trivaliga lønarhækking. iNú er lønin hjá okkum farin at líkjast nøkrum, men tað var upp á tíðina, tí hon hevur verið alt ov lág, sigur Hanus Lassen, skipari á Smyrli

Lønarhækkingar



?Eg eri hampiliga væl nøgdur.
Hanus Lassen, skipari á Smyrli, sigur, at hann tekur fult undir við at Skipara- og Navigatørfelagið setti lønarkrøv, sum kanska kundi tykjast eitt sindur stór.
?Lønin hjá okkum er afturútsigld í so stóran mun, at nú mátti okkurt henda, sigur Hanus Lassen.
Og hann leggur afturat, at hóast lønarhækkingin kanska kann tykjast eitt sindur ógvuslig, hevur hann avgjørt ikki ringa samvitsku.
? Eg haldi ikki, at vit skulu hava ringa samvitsku av at hava fingið eina trivaliga lønarhækking, tí tað var fyri neyðini, at lønin hækkaði. Og skuldi tað líkjast nøkrum, kundi hækkingin ikki verið minni.
Eftir semjuni ímillum Skipara- og Navigatørfelagið, er tað skiparin á Smyrli, sum fekk eina tað størstu lønarhækkingina.
Umframt vanligu lønarhækkingina uppá góð 9%, er viðbótin hjá skiparanum á Smyrli hækkað úr 2.000 krónum um mánaðin, upp í 7.500 krónur.
Sostatt hækkar lønin hjá skiparanum á Smyrli úr góðum 25.500 krónum um mánaðin, upp í góðar 35.000 krónur, tá allar lønarhækkingarnar í sátmálanum eru settar í verk.

Skiparin ikki hægstløntur
?Hetta kann tykjast nógv, men veruleikin er, at summir av yvirmonnunum á Smyrli hava verið í eini serstøðu hjá Strandferðsluni,sigur Hanus Lassen
?Skiparin og maskinmeistarin á Smyrli eru teir einastu av øllum manningunum hjá Strandferðsluni, sum ikki fáa yvirtíð.
?Tað merkir, at sama, hvussu nógv vit hava siglt, hava vit báðir ikki fingið yvirtíð, samstundis sum øll hini umborð á Smyrli og á øllum hinum strandfaraskipunum, hava fingið yvirtíð.
Hann sigur, at hetta hevur skapt ein ójavna í lønarviðurskiftunum, sum hevur verið ringur at góðtikið, tí sama, hvat er komið afturat av eykaarbeiði, hevur skiparin og maskinmeistarin á Smyrli ikki fingið eitt oyra fyri tað, samstundis sum øll hini hava fingið yvirtíð.
?Hetta hevur ført tað við sær, at tað eru fleiri av manningini á Smyrli, sum fáa nógv hægri løn enn skiparin.
Og tað man stríða ímóti vanligari hugsan, tí hjá teimum flestu er ongin ivi um, at umborð á skipi eigur skiparin at vera best løntur.
?Tað er hann eisini umborð á øllum skipum-uttan umborð á Smyrli.
?Tað er hetta, sum Skipara- og Navigatørfelagið hevur roynt at rætta hesuferð. Men hesi seinastu árini er gloppið blivið so stórt, at lønarhækkingin tykist nakað ógvuslig, men tað kundi ikki vera øðrvísi, sigur Hanus Lassen.
?Men hóast vit hava fingið eina góða lønarhækking hesuferð, er skiparin á Smyrli, framvegis ikki hægst løntur umborð, sigur hann.
?Eftir lønarhækkingini hesuferð, eri eg ikki meiri enn akkurát farin upp um lønina hjá Skiparanum á Teistanum, hóst hann er nógv minni skip enn Smyrli er.

Ov lítil samhugi
Annars heldur Hanus Lassen, at verkfallið hjá Skipara- og Navigatørfelagnum, hevur ikki havt stóran samhuga ímillum manna.
?Tað er harmiligt at síggja, at nógvir av okkara egnu starvsfeløgum hava verið við til at máa støðið undan verkfallinum við at sigla við ferðafólki og farmi ímeðan verkfallið hevur verið.
? Og tíverri vísir tað seg, at verkfallið rakar so ójavnt, so tað er spell, at tað skal hava vart so leingi.
?Okkara starvsfelagir við skipum, har teir hava fleiri ferðir so høga inntøku, sum vit, hava ikki víst serliga samhuga við okkum, og tað er spell, men soleiðis er tað. Tað eru okkara egnu starvsfelagir, sum ganga á odda at bróta okkara egna verkfall, staðfestir Hanus Lassen.