Skiljiristin letur upp stongdar upsaleiðir

Við at brúka skiljirist í upsafiskiskapi ber til at fiska, eisini á stongdari leið. 60 prosent av smáa upsanum fer útaftur, vísa fyrstu royndirnar

Nýskapandi royndir við at brúka skiljirist í upsafiskiskapinum lata dyrnar upp fyri nýggjum møguleikum.

 

Grundprincippið við skiljiristini er, at hon skilir smáa upsan frá tí upsa, sum endar í trolposanum.

 

Smái upsin er ofta ein trupulleiki í fiskiskapinum, og javnan verða upsaleiðir stongdar, tí upsin er ov smáttfallandi.

 

Vørn, Havstovan, reiðaríið Faroe Origen og trolvirkið Vónin hava í felag gjørt eina roynd at skilja smáa upsan frá við at brúka skiljirist.

 

Royndirnar vórðu gjørdar við Heyki og Falki í apríl og mai. Talan var um tveir túrar, har annað skipið fiskaði við rist, og hitt uttan rist. Roynt varð inni á stongdum leiðum norðanfyri og vestanfyri.

 

Kristian Zachariassen, leiðari á menningardeildini hjá Vónini, legði fyri løtu síðani fram úrslitið, nú fiskivinnan er savnað til Fiskivinnuting  í Norðurlandahúsinum.

 

Les eisini: Vestergaard setir Fiskivinnutingið

 

Royndirnar við Heyki og Falki vísa, at við ristini ber til at skilja heili 60 prosent av smáa upsanum frá.

 

Av tí sama er miðalvektin á veiðuni hjá tí skipinum, sum fiskar við rist, 215 gram hægri, sammett við fiskiskap uttan rist.

 

Og tað ávirkar so aftur miðalprísin. Tí tað skipið, ið fiskaði við rist, fekk í meðal 53 oyru meira fyri kilo, samanborið við skipið, sum ikki fiskaði við rist.

 

- Man klárar ongantíð at fiska alt reint, men skiljiristin ger sera góðan mun, staðfestir Kristian Zachariassen.

 

Niðurstøðan er undirbygd av fiskifrøðini, ið hevur verið við til hesa fyrstu royndina. 

 

Úrslitið av royndini vekir ans á Fiskvinnutinginum í Norðurlandahúsinum ídag.

 

Les eisini: Makrelurin lokkar svartkalvan hendavegin

 

Sí eisini MYNDATEMA frá Fiskivinnutinginum