Tað er Jógvan Heinesen, ið eigur Hotel Norð, sum er hugnaliga hotellið á Viðareiði. Á hotellinum eru tvær íbúðir og 15 nútíðarhóskandi, ljós og vøkur kømur. Hetta eru einkultkømur, dupultkømur, trímanskømur og familjukømur. Á Hotel Norð leggja tey eisini eyka uppreiðing, um tað er neyðugt fyri at fáa alla familjuna at passa saman.
Á hotellinum eru tey errin av at eiga eina av flottastu svitum í landinum við einastandandi útsýni. - Svitan hevur sín egna privata hitapott á terassuni, so upplivingin kann neyvan vera betur. Soleiðis skriva tey á Facebook-síðuni hjá Hotel Norð.
Sum skilst, eru tað serliga bólkar, sum í vetur hava leigað seg inn á hotellið, men frá 1. juni at rokna verður eisini høvi hjá einstaklingum, familjum og øðrum at búgva á Hotel Norð. Sjálvur er Jógvan Heinesen sjómaður, men hann er regluliga heima, og í aðrar mátar hevur hann fólk at hjálpa sær.
Á Facebook-síðuni - Hotel Norð - sæst, hvussu samband fæst við hotellið á Viðareiði.
Sunnudagin hin 23. mai, sum er á hvítusunnu, bjóðar Hotel Norð til ein hugnaligan dag á hotellinum, tí tá fara tey at borðreiða við góðum hvítusunnudøgurða frá klokkan 13.
Her bjóða tey eina 3-rættaða matskrá í fjálgum og hugnaligum umhvørvi, har høvuðsrætturin verður langtíðarstokt oksasteik við stoktum eplum, grillaðum grønmeti og sós.
- Tak familju og næstra tín undir armin og njót dagin saman við okkum og einari góðari máltíð á hotellinum, verður lagt aftrat. Jógvan Heinesen sigur, at øll, sum ætla sær til Viðareiðis, eru hjartaliga vælkomin at venda sær til Hotel Norð.