Í fleiri ár hevur verið arbeitt við at finna onkra loysn fyri tey í Føroyum, sum ikki hava ein fastan bústað. Seinastu tíðina hevur Blái Krossur fyrireikað seg til at seta eitt heim á stovn fyri fólki, sum einki heim hava. Heimið er ætlað teimum, sum ikki sjálv megna at fáa sær og fasthalda ein bústað.
Umsorganarheimið letur upp í dag, og flyta tey furstu búfólkini inn í dag.
Búpláss er fyri sjey fólkum.










