Siga heilt hvør sína søgu

Meðan klaksvíkingar siga seg vera væl nøgdar við avrikið á svenska tjóðarvøllinum, siga sviar, at KÍ spældi heilt primitivt

Tað er heilt hvør sín søga, tá ið Intertoto Cup uppgerðin á Råsunda, vøllinum í Stokholm har svenska landsliðið ofta spælir, millum Hammarby og KÍ verður vigað.

- Okkara avrik var avgjørt góðkent. Vit vóru verjukendir. Paul Clapson var einsamallur í álopinum, og miðvøllurin var tættur og arbeiddi nógv. Eg hevði sæð teir í sjónvarpinum tvær ferðir í Alsvenskan. Tá hevði eg staðfest, at teir dúva upp á snarálop. Hetta vápnið bar ikki til at brúka ímóti okkum, og teir vístu lítið hugflog.

Soleiðis sigur venjarin, Eyðun Klakstein, eftir at KÍ seinnapartin leygardagin, meðan sviar vóru upptiknir av miðsummarhaldi og bara 1700 sótu á Råsunda, spældi ímóti Hammarby.

Heimaliðið vann 1-0. Málið skoraðu teir í 3. minutti, tá ið Charlie Davis fekk høvdið upp um KÍ málverjan og stýrdi innlegginum úr høgru frá David Johansson í málið. Hetta var fyrsta málið, sum hesin Charlie Davis hevur skorað fyri besta liðið.

- KÍ sparkaði og var primitivt. Støðið hjá teimum svarar til 3. ella kanska 4. deild í Svøríki. Teir høvdu ein møguleika, sum okkara málverji, Erland Hellström, bjargaði meistarliga. Okkara høvdu nógvar møguleikar, men KÍ vardi væl, og málverjin var góður í ferðlítla dystinum, verður sagt á heimasíðuni, sum ikki ivast í, at Hammarby fer at vinna samantalt, og at tað var serliga gott, at KÍ ikki megnaði at skjóta mál.

Søgan hjá Eyðuni Klakstein er heilt øðrvísi:

- Hóast teir fingu óneyðugt mál beinanvegin, so høvdu vit góða kenslu. Okkara tordu at hava bóltin og spæla ímillum sín, vongverjarnir lógu aftarlaga, og miðvallararnir arbeiddu nógv. Tað bar við sær, at hinir ikki megnaðu at spæla seg til baklinjuna, áðrenn teir løgdu innfyri, og tí var tað lættari hjá okkara verju og málverja. Teir royndu seg so við langskotum, men tey vórðu ofta blokerað, og Meinhard Joensen stóð væl, sigur Eyðun Klakstein, sum kortini ikki ivast í, at svenska liðið verður stórfavorittur á Svangaskarði næsta leygardag.

Umframt stútarin hjá Paul Clapson, sum svenska heimasíðan nevnir, so sigur Eyðun Klakstein frá risa KÍ møguleika:

- Miðverjin hjá teimum misti bóltin afturum seg, tá ið hann skuldi temja. Paul gjørdist leysur ímóti málverjanum. Hann valdi rætta loysn, tá ið hann lyfti upp um málverjan, men ólukkutíð fór bólturin skeivu megin stólpan, tíverri.

KÍ liðið á Råsunda sá soleiðis út: Meinhard Joensen – Høgni Madsen, Stefan Kalsøe (Kaj Ennigarð, 46.), Jan Andreasen, Harley Bertholdsen – Gunnar Nielsen (Erling Fles, 81.), Kristian á Lakjuni (John Hammer, 78.), Kristoffur Jacobsen, Símun Joensen, Heðin á Lakjuni – Paul Clapson.