Kolombianska poppstjørnan Shakira skal upptraðka við setunarseremoni?ina hjá komandi forsetanum í USA, Barack Obama.
20. januar byrjar Barack Obama sum forseti í USA og tá kemur 31-ára gamla songkvinnan altso ein túr framvið.
Hóast Shakira ikki hevur atkvøðurætt í USA, hevur hon gjøgnum alla kampagnuna tosað nógv fyri Obama.
- Obama kann skapa frið aftur og gera, at heimurin aftur fer at stóla uppá USA, segði hon undir forsetavalinum.
Susan Sarandon, Spike Lee og Anne Hathaway vera eisini partur av setunarseremoni?ini 20. januar.