Tað byrjar at líkjast einum ovastevnuøki í Nólsoy.
Á fyrsta sinni verður roynt at stika stevnuøkið inni, og tað tykist verða komið ógvuliga væl áleiðis, tí tú rennur teg inn í stikið allastaðni.
Enn er sjálvandi ikki stikað av, og tað ber til - eisini við bili - at sleppa ígjøgnum, men tað sæst tíðiliga, hvussu stevnuøkið fer at síggja út, tá ovastevna byrjar um hálvtannað samdøgur.
Í kvøld vóru teir í holt við at seta stóra mattjaldið har heima á keiini upp, tá in.fo var framvið fyrr í kvøld. Tjaldið var sett upp, og menn vóru við at seta seinasta síðudúkin fastan, samstundis sum barrin eisini bleiv sett upp.
Roknað verður við, at tað fyri tað mesta vera nólsoyingar á stevnu fríggjakvøldið, meðan so at siga eingi avbygdafólk verða í bygdini sunnudagin. Hetta tí, at skúlarnir byrja aftur mánamorgunin.
Stóri ovastevnudagurin verður so leygardagin, og tá verður roknað við nógvum aktivitetum og nógvum fólki.
Eisini í mattjaldinum á keiini.