Hevði Landskassin ikki havt inntøkurnar av tilfeingisgjøldunum, og inntøkurnar av forskattingini av pensjónunum, hevði hann, samanumtikið, havt hall í fjør. Tað staðfestur Búskaparráðið í frágreiðingini, sum varð almannakunngjørd í morgun.
Samgongan ger nógv burtur úr at fortelja fólki, at tað nú er avlop á fíggjarlógini, eftir at tað hevur verið undirskot í nógv ár. Men hóast støðan er munandi batnað hesi seinastu árini, vísur Búskaparráðið kortini á, at hevði landskassin ikki havt inntøkurnar av tilfeingisgjøldunum, og illa umstríddu forskattingini av pensjónunum, hevði landskassin havt eitt undirskot upp á 112 milliónir í fjør.
Í fjør hevði landskassin tilsamans 775 milliónir í inntøku av inngjaldinum til pensjónir og av gjøldum á alivinnuna og fiskivinnuna. Av teimum vóru tær 321 milliónirnar inntøkur av skatti á inngjald av pensjónum. Í fjør var avlopið annars 536 milliónir krónur og av teimum vórðu 312 milliónir fluttar í búskapargrunnin.
Tað var í 2012, at táverandi samgonga setti eina nýggja pensjónsskipan í verk sum ber í sær, at nú verður inngjaldið til pensjónirnar skattað, har tað higartil hevur verið útgjaldið sum verður skattað.
Samstundis eru inntøkurnar hjá landskassanum av ymsum tilfeingisgjøldum nógv hækkaðar hesi seinastu árini. Og vóru hesar inntøkurnar ikki, hevði úrslitið hjá landskassanum verið so mikið nógv verri, at í roynd og veru hevði talan verið um undirskot øll hesi seinastu fimm árini, og í fjør hevði undirskotið verið 112 milliónir.
Búskaparráðið ávarar eisini ímóti, at inntøkur frá tilfeingisgjøldum kunnu verða óstøðugar. Vit vita av royndum, at kvoturnar á uppsjóvarfiski eru ymiskar frá ári til ár. Samstundis er tað væntandi, at almenna fer at fáa ein alsamt vaksandi tørv á inntøkum, so hvørt sum vit verða eldri og eldri. Tað fer nevniliga at krevja nógv hægri íløgur í heilsuverkið, sigur Búskaparráðið.










