Sendi teldupost nakrar dagar fyri handtøku

Miljarderurin, Tom Hagen, sum í morgun varð handtikin og skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp av konu síni, hevur sent løgregluni fleiri teldupostar.

 

Herfyri sendi Tom Hagen aftur ein teldupost til norsku løgregluna við upplýsingum, sum hann heldur kunnu leiða løgregluna til tann ella tey, sum hava framt brotsgerðina móti konu síni, Anne-Elisabeth Hagen, sum nú hevur verið burtur í hálvt annað ár.

Í morgun handtók norska løgreglan so mannin sjálvan, 70 ára gamla miljarderin, Tom Hagen, sum nú er skuldsettur fyri dráp ella fyri viðvirkan til dráp av konu síni. Í morgin er ætlanin, at hann skal til grundlógaravhoyr, har løgreglan fer at biðja um, at Tom Hagen fyribils verður varðhaldsfongslaður í fýra vikur.

Á tíðindafundi í morgun váttaði løgreglan, at gátuføra málið um Anne-Elisabeth Hagen er merkt av týðiligari, tilrættalagdari villleiðing, sum tikið verður til. Verjin hjá Tom Hagen, sum í dag hevur vitjað skuldsetta, sigur við norskar miðlar, at miljarderurin er merktur av støðuni og sigur seg als einki hava við burturblívingina av konu síni at gera.

Men, norska løgreglan heldur tað vera sannlíkt, at Tom Hagen sjálvur - einsamallur ella saman við øðrum - legði til rættis drápið av Anne-Elisabeth Hagen. Løgreglan heldur eisini, at tað er miljarderurin, sum stendur aftan fyri sonevnda hóttanarbrævið, ið eisini fevnir um eitt krav um loysigjald í kryptovaluta

VG skrivar í kvøld, at tey týdningarmiklastu punktini, sum løgreglan metir, at Tom Hagen - og møguliga onkur hjálparfólk - eru partur av í villleiðingini av málinum, eru hesi:

* Hóttanarbrævið, sum lá í heiminum

* Ymiskt, sum funnið varð í heiminum

* Uppleggið um flytingar í kryptovaluta

* Frágreiðingar og teldupostar til løgregluna

Í umleið tíggju teldupostum og samrøðum, sum Tom Hagen hevur havt við løgregluna, hevur miljarderurin eitt nú víst á - 

* Navngivnar perónar, sum hann heldur kunnu hava framt brotsgerðina móti konuni

* Egnar teoriir um, at málið kann hava eina lokala loysn

* At tey, sum standa aftan fyri brotsgerðina, vilja raka hann fíggjarliga ella persónliga

Løgreglan hevur váttað, at tey í kanningararbeiðnum hava móttikið og lisið teldupostarnar hjá Tom Hagen.

VG hevur eisini fingið upplýst, at Tom Hagen so seint sum nakrar dagar fyri handtøkuna sendi enn ein teldupost til løgregluna, har hann vísir á, hvussu hann metir, at gátan um konu sína kann loysast.

Men, klokkan 08.30 í morgun varð hann so sjálvur handtikin og skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp av konu síni, Anne-Elisabeth Hagen.