Hóast løgtingið og landsstýrið hava gjørt munandi lógarbroytingar fyri at forða felagsskapum sum Sea Shepherd at koma til Føroyar í summar og órógva møgulig grindadráp, so merkir tað ikki, at hesir felagsskapir lata føroyingar fáa frið.
Sea Shepherd boðar nevniliga í dag frá, at felagsskapurin setir hol á eina nýggja herferð móti grindadrápi, ið hevur fingið heitið Operation Bloody Fjords.
- Operation Bloody Fjords boðar frá einum nýggju leisti hjá Sea Shepherd, har felagsskapurin flytur stríðið móti grindadrápi til hjarta hjá føroyskum og donskum stovnum, ið framhaldandi virka fyri hesum avoldaðu gerðum, skrivar felagsskapurin á síni heimasíðu.
Geert Vons, leiðari fyri nýggju herferðina, vísir á, at felagsskapurin hevur savnað nóg mikið av tilfari seinastu árini, ið kann brúkast í nýggju herferðini.
- Takka verður tí ótroyttandi arbeiði, ið okkara sjálvbodnu starvsfólk hava framt í Føroyum seinastu átøkini, hava vit allar mynda- og videopróvførslur, ið vit tørva fyri at taka hetta stríðið útum tær blóðigu føroysku firðunum, sigur Geert Vans og heldur fram.
Les eisini: Nú herjar Sea Shepherd aftur á føroyingar
- Vit fara at virka móti grindadrápi í juridiskum og politiskum stríðsvøllum, innan handli, vinnu og sum vanligt í fjølmiðlunum.
Tó at felagsskapurin ikki nevnir ítøkiliga hvussu herferðin verður skipað, so verður upplýst, at herferðin er tillaga nýggja veruleikanum, har føroysk lóggáva hevur gjørt tað torført hjá felagsskapinum at virka í Føroyum.