Týsdagin 28. juni verður felagssangløta við harmonikuorkestri í Reinsaríinum í Tórsgøtu. Tað er Tilhaldið í Tórsgøtu sum skipar fyri.
Eitt stórt harmonikuorkestur fer at spæla saman við felagssangi. Kaffi og okkurt gott afturvið verður at fáa. Tiltakið byrjar kl. 10.
Tiltakið er fyri allar pensjónistar. Hetta er seinasta sangløta, áðrenn Tilhaldið fer í summarfrí.