Samrøður: Ingi Olsen (VÍF) og Rúni V. Højgaard (H71)

(Rás2) Hoyr Inga Olsen, venjara hjá VÍF og Rúna V. Højgaard hjá H71 taka samanum dystin VÍF-H71 21-27 (12-13)

H71 er á beinari FM-kós, og í kvøld vunnu hoyvíkingar greitt 27-21 (13-12) á VÍF í Vestmanna. Toppskjúttar hjá H71 vóru Peter Krogh og Rùni V. Højgaard við seks málum hvør. Filip Jojic gjørdist toppskjútti hjá VÌF við átta málum.

 

Í Havn leiktu Neistin og Kyndil javnleik 24-24. H71 er á odda við 27 stigum. Neistin er nummar tvey við 25 stigum. Kyndil og VÌF hava 18 stig.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Rúna V. Højgaard hjá H71. 

 

2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Inga Olsen, venjara hjá VÍF.

 

Ingi Olsen ásannar, at vestmenningar eru ov stuttir til FM-finalustríðið í ár. Ingi Olsen var heilt væl nøgdur við verjuspælið, men álopsliga er hann ikki nøgdur við avrikið hjá sínum monnum. Ingi staðfestir eisini, at H71 hevur ein breiðari hóp enn VÍF. 

 

Rúni V. Højgaard heldur, at H71 hevur ein breiðan hóp og nógvar streingir at spæla uppá, og tann munurin vísti seg eisini í kvøld. Rúni heldur, at nú er hópurin hjá H71 munandi betri samanspældur enn hann var við ársbyrjan.