– Tveir mánaðir eru gingnir, og enn er eingin loysn funnin. Samgongan stendur sum ryssa yvir deyðum fyil, tí talan er um at fremja tvær ovurstórar verkætlanir.
Tað sigur Kári P. Højgaard í formansrøðu síni á landsfundi Sjálvtýrisfloksins, sum er í Spaniastovu í Klaksvík í dag.
Kári P. Højgaard sipar til málið um Skálafjarðartunnlin, sum løgmaður tók úr hansara hondum, tá hann tann 5. september koyrdi Kára P. Højgaard frá sum landsstýrismann. Í sambandi við tunnilsmálið sigur Kári P. Højgaard m. a. soleiðis í formansfrágreðingini:
– Tað vóru bert smálutir eftir at fáa upp á pláss, tá tríggir samgongutinglimir ryktu teppið undan samgonguni. Løgmaður støðgaði ætlaðu undirskrivingini av sáttmála við privata felagið CIP og kravdi, at verkætlanin enn einaferð skuldi leggjast fyri Løgtingið. Við hesari avgerð, læt løgmaður seg í føraratroyggjuna.
– Landstýrismaðurin í IMR við fylgi mátti aftur til samráðingarborðið, ið sum kunnugt endaðu við einari prosessavtalu og rokmikla ískoytis lógaruppskotinum. Tað bleiv sent samstarvsflokkunum til hoyringar og seinni lagt fyri Løgtingið. Fyrsta viðgerð av lógaruppskotinum og nevndarviðgerðin í Rættarnevndini staðfestu, at neyvan varð meiriluti fyri uppskotinum frá landstýrinum. Tí tók løgmaður stig til at seta »serfrøðingabólk« við umboðum fyri IMR, løgmansskrivstovuna, Fíggjarmálaráðið og Vinnumálaráðið saman við LV at koma við einum tilmæli, hvussu málið kundi finna eina loysn. Teirra tilmæli er, at fremja verkætlanina sum alment partafelag, ella a/p projekt, sigur Kári P . Højgaard, sum vísir á, at hóast tveir mánaðir nú eru farnir, so er eingin loysn funnin.
Formansfrágreðingin hjá Kára P. Højgaard kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER