- Johan Dahl skal taka kunngerðina um, at Rúsan kann hava opið leygardag, aftur beinanvegin, sigur formaðurin í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum. Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur broytt eina kunngerð, so Rúsdrekkasøla Landsins frameftir kann hava opið leygardag eisini. Stjórin fyri Rúsuna hevur sagt, at ætlanin er at taka av hesum møguleika og hava opið leygardag.
Formaðurin í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum er alt annað enn fegin um framferðina hjá sínum egna landsstýrismanni.
- Broytingin er ímóti niðurstøðuni á landsstýrisfundinum, har landsstýrismaðurin varð biðin um at kontakta baklandið fyrst. Tað hevur landsstýrismaðurin ikki gjørt, sigur Alfred Olsen.
Hann sigur eisini, at ein meiriluti í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum er ímóti broytingini í upplatingartíðunum hjá Rúsuni.
- Tí eigur Johan Dahl at taka kunngerðina aftur beinanvegin, og so kunnu vit í felag kunnu viðgera, hvussu Rúsan skal virka framyvir, sigur Alfred Olsen.
Hann ætlar sær at taka málið upp á næsta fundi í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum.