Søgulig fiskirættindi forkomin

Føroyska snelluveiðan undir Íslandi fer skjótt í søguna. Tað hava føroyingar sjálvir forvolt, sigur reiðari á snelluskipi, sum í 30 ár hevur roynt undir Íslandi

Føroyska snelluveiðan undir Íslandi er við at fara í søguna. Nú er bara eitt skip eftir í hesi veiðu, og tað fær ikki tillutað meira enn hálvanannan túr fyri summarið. Spekulatión og løtuvinningur hevur forkomið hesum søguligu veiðirættindum okkara, sigur reiðarin á snelluskipinum Norðsøka.
?Hetta verða kanska teir seinastu upsarnir, sum verða landaðir av føroyskum snelluskipi undan Íslandi, sigur Asbjørn Djurhuus, reiðari, og bendir yvir móti køssunum, sum standa á bryggjuni í Sørvági, har Norðsøki liggur og landar tey 90.000 pundini, hann í fimm dagar hevur fiskað við snellu undir Íslandi.
Tann stóri flotin av snelluskipum, sum fyrr var undir Íslandi, er burtur. Í ár hevur bara Norðsøki verið har yviri, og hann sleppur kanska ikki avstað aftur. Í hvussu er kann vera ivasamt, um tað loysir seg, tí hann eigur bara kvotu eftir til ein hálvan túr. Hann hevur fingið tillutað 86 tons í rundari vekt.
?Tað er rættiliga nógv fyri, heldur reiðarin, at vit, sum veruliga fara eftir tí fiski, vit í áravís hava fingið fyri einki frá íslendingum, skulu straffast soleiðis, samstundis sum aðrir, sum fáa sama loyvi sum vit, ikki tíma eftir tí, men selja tað fyri privatan vinning her heima.
Hann vísir á, at Íslandsloyvini í síni vórðu latin snelluskipunum, sum í dag at kalla bara fiska upsa. Fyrstu árini var pláss fyri onkrum toskatúri, men seinni er tað minkað til eina hjáveiðu upp á eini 15 prosent av samlaðu kvotuni.
Í snelluloyvinum stendur, at loyvt er at fiska upsa, tosk og annan fisk. So verður avmarkingin á toski ásett, men einki sagt um, hvat annar fiskur er fyri nakað.
Tað kann so vera brosma, longa og onkur hýsa eisini, sum ikki fæst so nógv av við snellu.
Av tí, at kvoturnar eru so smáar, hevur tað gjørt, at fleiri og fleiri hava aftrað seg við at farið eftir teimum, men í staðin selt teimum, sum hug hava at fara. Tað hevur so gjørt, at onkur hevur kunnað samlað sær til ein túr ella tveir við at keypa kvotu, sum aðrir hava fingið fyri einki.
?Fyrstu árini, hetta varð gjørt, var okkurt snelluskip, sum keypti kvotu. Men nú orka vit ikki at kappast við línuskipini um hesa kvotuna, vísir Asbjørn Djurhuus á. Tí tann fiskurin, tey fáa, er dýrari enn upsin, sum vit fiska, og tí kunnu tey eisini alla tíðina liggja oman fyri okkum í boði.
Men so kundi fiskivinnuumsitingin væl saktans bara gjørt tað soleiðis, at snellukvotan varð latin teimum, sum veruliga fiskaðu við snellu og ongum øðrum.
Jú, tí er Asbjørn Djurhuus púra samdur í, men vísir so á, at tað ber illa til nú, tí nú er kvotan avhendað frá snellubátunum til aðrar. Ikki alt, men í stóran mun. Og tað verður verri.
Tí landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum hevur steðgað spekulatiónini við fiskiloyvum við at seta sum treyt, at fyri at fiskilolyvi skal kunna skifta millum før, skal eigarin sjálvur hava fiskað í minsta lagi 60% av loyvinum árið fyri.
Men tað eru teir flestu, sum ikki hava gjørt tað, og fyri ikki at missa hesi loyvini heilt, verða tey tí seld øðrum, sum brúka tey. Ella avhendað endaliga, sum tað eitur á fakmáli. Tað vil í høvuðsheitinum siga, at tað eru línuskipini, sum keypa upp íslandsloyvini og harvið gera tað, at snelluveiðan heilt dettur burtur.
? Tað er harmiligt, at eitt skip sum Norðsøki, sum hevur verið við snellu undir Íslandi á hvørjum ári, við tveimum undantøkum, síðan 1973, skal missa hesi søguligu rættindi orsakað av spekulatión og persónligum løtuvinningi til menn, sum hava fingið hesi rættindi forerandi frá íslendingum. Eg undrist á, hvussu leingi íslendigar fara at ganga við til slíkt, sigur Asjørn Djurhuus.
Tey tvey árini, Norðsøki ikki var undir Íslandi, vóru í 1993 og 1994, tá kreppan og fiskaloysið noyddu snellubátarnar heilt upp til Bjarnoynna á saltfisk um summarið. Teir lótu tá Íslandsloyvini fyribils frá sær við tilsøgn um at faa tey aftur, tá fiskilíkindi undir Íslandi gjørdust betri.