Mánakvøldið skrivaðu felagið hjá skrivstovu- og krambúðarfólki, S&K, og Føroya Arbeiðsgevarafelag undir nýggjan tvey ára sáttmála.
Semjan er á sama støði sum semjan við arbeiðarafeløgini við einum útreiðslukarmi á 2,4 prosent. Í sáttmálaskeiðnum hækka eftirløn og lívstrygging við trý prosent. Hetta svarar til ein útreiðslukarm á 2,4 prosent yvir 2 ár, sigur Pætur Niclasen, formaður í S&K.
Innihaldið í sáttmálanum er sett soleiðis upp, at frá 1. mai 2005 hækkar gjaldið til Lívstrygging við 0,5 prosent til 1,5 prosent.
Eftirlønargjaldið hækkar 1. mai 2005 við 0,5 prosent til 4,1 prosent. Eftirlønargjaldið hækkar aftur 1. mai 2006 við 2 prosent til 6,1 prosent.
Viðbøtur fyri forskotna tíð verða broyttar soleiðis, at ein nýggj viðbót er ásett millum kl. 19.30 og 20.30 á kr. 4,00. Aftur fyri lækkar viðbótin millum kr. 20.30 og 24.00 til kr. 5,70.
Starvsfólk, sum verða sett í starv, har setanin varar longri enn tríggjar mánaðir og arbeiðstíðin er í miðal meira enn 15 tímar um vikuna, skulu hava setanskriv.
Formaðurin í felagnum hjá skrivstovu- og krambúðarfólki, Pætur Niclasen, heldur, at ymiskt er, sum kundi verið fingið við í sáttmálan afturat.
?Vit kendur støði, sum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag høvdu lagt, og har væntaðu vit eisini, at vit endaðu, sigur hann.
Um ta nýggju viðbótina, ið gjørd er fyri krambúðarfólk, sigur Pætur Niclasen, at tey høvdu lagt upp til, at hon byrjaði heldur fyrr um kvøldið, enn úrslitið gjørdist.
Hinvegin hava tey fingið eina serliga viðbót fyri klinikkassistentar á privatu tannlæknastovunum, sum sigur, at klinikkassistentarnir nú kunnu fáa eina persónliga viðbót í mun til persónligan førleika, arbeiðsuppgávur og ábyrgd. Tað vil siga, at eitt nú skeiðvirksemi fer at síggjast aftur á lønarseðlinum.
?Men vit høvdu vónað at fáa okkurt annað, sum ikki kostar pengar, við í avtaluna, sigur Pætur Niclasen. Til dømis í samband við álitismannaskipan og sovorðið. Men tað var púra avvíst av arbeiðsgevarunum við teirri grundgeving, at teir vildu ikki hava nakað, sum hevði við eftirlit at gera, inn í sáttmálan, sigur hann.