Franski verjuspælarin Mikael Silvestre verður ikki longur roknaður sum ein stuðulsspælari í enska felagnum Manchester United, og líkt er til, at Silvestre fer at skifta felag í næstum. Í øllum førum eru fleiri feløg áhuga í at fáa Silvestre á sítt lið. Eitt av feløgunum, sum er ídnast eftir at fáa klørnar í Silvestre er italska felagið AS Roma.