Presturin í fríkirkjuni í Løkken, Jon Knudsen, hevur gjørt seg illa lýddan í Løkken eftir at hann hevur hongt eina nissu í gálgan uttan fyri fríkirkjuna. Tað er fallið fólki fyri bróstið, at ein prestur í fríkirkjuni í Løkken hevur hongt einha nissu í gálgan uttan fyri fríkirkjuna.
Presturin heldur, at nissurnar umboða fjandans verk, men tað er sum nevnt ikki øll í Løkken, sum halda tað sama. Og tað endaði við, at ein at løkkenbúgvunum tók nissuna niður og hevur nú goymt hana á loftinum.
Tjóvurin hevur boðað prestinum og løgregluni frá, at hann hevur tikið nissuna og at hann goymir hana til jólini eru farin aftur um.
Løgreglan hevur boðað frá, at teir fyribils ikki gera meiri við málið, sum altso fyllir nógv hjá íbúgvunum í Løkken.