Árni Olafsson 60

Flaggdagin fór Árni Olafsson, ráðgevi í danska uttanríkisráðnum, um tey seksti.

Árni Olafsson er útbúgvin búskaparfrøðingur, cand. polit., frá universitetinum í Keypmannahavn. Fjølbroyttur og dugnaligur sum hann er, flytir hann seg tó lætt og elegant innan øll samfelagsvísindalig fakøki. Seinastu árini hevur altjóða rættur, og serliga altjóða havrættur, verið partur av hansara dagliga arbeiði.
Fyrstu árini eftir at hava tikið prógv starvaðist Árni í danska fíggjarmálaráðnum. Yrkisleiðin kundi verið sum danskur karrieruembætismaður, tí honum stóð m.a. í boði at gerast sendifulltrúi í búskaparmálum á donsku sendistovuni í Washington. Hann valdi av privatum orsøkum ikki at taka av. Lívsstarvið gjørdist tíbetur fyri Føroyar og føroyska umsiting eitt annað. Tá Einar Kallsberg gjørdist skrivstovustjóri í Tinganesi, varð Árni Olafsson í 1976 settur í starv í uttanríkisráðnum sum serkønur í føroyskum viðurskiftum.
Síðani tá hevur hann átt høvuðsleiklutin í mongum samráðingum, ið hava tryggjað føroysk áhugamál. Nevnast kunnu m.a. samráðingar um framhaldandi fiskirættindi í fremmandum sjógvi eftir at fiskimarkini vórðu flutt út miðskeiðis í sjeytiárunum og samráðingar um handilsavtalur, m.a. við ES. Seinnu árini er innihaldið í starvinum sum serkønur í føroyskum viðurskiftum uttan iva broytt, men Árni umboðar framvegis uttanríkisráðið í føroyskum sendinevndum, ið samráðast um altjóða fiskiveiðiavtalur.
Tíðarskeiðið 1980 ? 1984 hevði Árni farloyvi úr danska starvi sínum fyri at røkja uppgávuna sum skrivstovustjóri í Tinganesi. Eisini tá fekst hann einamest við altjóða fiskiveiðiavtalur. Í frágreiðingini um áttatiárini kann lesast, hvat Árni fekst við og hvørjar eygleiðingar hann gjørdi hesi árini. Hansara íkast til frágreiðingina um áttatiárini er sum altíð vælskrivað og korrekt, men avdúkar eisini, at tað býr ein spískur pennur undir diplomatisku kápuni.
Hóast Árni í 1985 fór aftur í starv sítt í uttanríkisráðnum, loysti hann manga uppgávuna fyri føroyskar myndugleikar. M.a. kunnu nevnast álitini, ið vórðu skrivað í sambandi við yvirtøkuna av ráevnunum, og eyðkendi pennurin hjá Árna man hava orðað flestu av uppritunum, sum skrivað vórðu til politisku tingingarnar í undirgrundarmálinum.
Í árunum frá 1993 til 2000 var Árni aftur í tænastu hjá landsstýrinum, hóast tænastustaðurin var í danska uttanríkisráðnum. Hesi árini loysti Árni tvey stórmál fyri landsstýrið. Hann var formaður í oljuráðleggingarnevndini, ið hevur evnað til grundarlagið undir føroyskari oljuleiting, og hann leiddi vegna ríkið samráðingarnar við Bretland um landgrunsmarkið. Báðar uppgávurnar greiddi hann á fyrimyndarligan hátt. Í samráðingunum um landgrunsmarkið sýndi hann umframt sítt diplomatiska kynstur stórt uppfinnsemi, tá talan var um próvgrundir, og lagt varð munandi afturat føroyskum landgrunsøki eftir at Árni tók yvir sum samráðingarleiðari.
Árni hevur ógvuliga víðan sjónarring, og hann dugir at lurta eftir teimum, ið hann samskiftir við ? vísir ongantíð einum sjónarmiði frá sær uttan at hava hugsað um tað, greinað tað og gjørt sær eina sannførandi niðurstøðu. Hetta eru framúr eginleikar hjá einum diplomati, og sum samráðingarleiðari hevur Árni ikki bara góðar próvgrundir fyri egnum sjónarmiðum, hann skilir eisini sjónarmiðini hjá mótpartinum, og evnar hann tískil altíð at meta um samráðingarstøðuna og ætla um næsta leikin. Árni kann pløga nakað djúpt viðhvørt, men ásannast má, at uttan hansara viðkomandi greiningar høvdu úrslitini oftast verið lakari.
Føroyskari oljuumsiting hevur Árni Olafsson verið góður í ráðum, og vit ynskja honum nógv góð ár.