Ringt at fáa fatur á føroyskum sjófólki

Talið á útlendingum, sum manna føroysk skip, er veksandi

Tað er ringt at fáa føroysk sjófólk og tískil eru tað alsamt fleiri útlendingar, sum manna føroysk skip. Tað staðfestir Arbeiðsgevarafelagið, nú tey hava havt aðalfund.

Her verður ikki hugsað um fiskvinnuna, men um farmaskip, Norrønu, tænastuskip í alivinnuni, í oljuvinnuni og annan flutning á sjónum.

Sjóvinna er ein av teimum sterku vinnugreinunum, sum er við til at gera mótstøðuførið hjá føroyska samfelagnum og búskapinum størri, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

Sum sæst á stabbamyndini eru eisini á landi rættuliga fitt av starvsfólki á landi, sum eru tengd at vinnugreinini.

##med2##

Mett verður, at nú eru tað yvir 300 fólk á landi hava sín vinnuveg í einum reiðarí, sum hava skip av hesum slagi og hetta eru gott 10 prosent fleiri enn í fjør.

Á sjónum er talan um næstan 1.500 sjófólk, og tað eru heldur fleiri enn í fjør. Av teimum eru eini 600 føroyingar, sløk 350 sjófólk eru hinum norðurlondunum og sløk 550 sjófólk eru úr øðrum londum.

Men sum tað sæst, er tað talið á fremmandum sjófólki, sum veksur og orsøkin til tað er helst, at arbeiðsloysið í Føroyum er sjáldsama lágt, so tað eru ikki nógvir føroyingar til taks at fáa í starv, og tískil verða reiðaríini noydd at leita eftir sjófólki aðrastaðni.