- Javnan hoyri eg ávísar búskaparfrøðingar siga, at uppboðssøla av fiskirættindum - kvotum ella fiskidøgum - fer at skunda undir virðisøkingina. Hetta tí, at tað verður umráðandi at fáa sum mest burtur úr dýrt keypta tilfeinginum.
Tað sigur Axel Hansen, nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag í dag. Men, í sama andadrátti leggur hann aftrat, at hann slett ikki er samdur við búskaparfrøðingum hesum viðvíkjandi.
- Tað verður tvørturímóti. Tí, fyri at virðisøkja er neyðugt við íløgum í dýra útgerð, og hvør fer at gera stórar íløgur í útgerð, tá tú ongantíð veit, um tað yvirhøvur fer at eydnast tær at sleppa upp í part á uppboðssøluni?
Axel Hansen sigur seg stúra fyri, at reiðarar í einari slíkari skipan fara at velja tær tryggu loysnirnar.
- Teir fara at útvega sær bílig skip, sum bara eru effektiv á einum øki, nevniliga við lítlari manning at fáa fiskin upp úr sjónum í so stórum nøgdum sum gjørligt - og so skjótt sum gjørligt.
Nevndarlimurin í Føroya Fiskimannafelag vísir á, at um vit vilja virðisøking á sjónum, krevst ein nøkunlunda trygd fyri, at rávøran er har, áðrenn íløgur í tól og útgerð verða gjørdar.
- Og tað eru treytir, tengdar at hvørjum einstøkum fiskiloyvi, sum skulu tryggja, at virðisøkingin yvirhøvur verður framd.
Axel Hansen sigur, at tað er hetta, sum uppskotið hjá Føroya Fiskimannafelag um fiskivinnunýskipan, ið varð almannakunngjørt fyri trimum vikum síðan, snýr seg um.