Palestinar hava skotið í minsta lagi tíggju rakettir inn í syðra part av Ísrael í morgun, og sambært ísraelsku myndugleikunum hava tvey fólk fingið skaða. Tær fyrstu rakettirnar raktu býin Ashdod tíðliga í morgun, skrivar AFP.
Í gjár seks sivilfólk, ein ísraelskur hermaður og ein løgreglumaður í rakettálopum á ísraelsk akfør nærhendis egyptiska markinum. Ísrael svaraði aftur við at bumba mál í Gazageiranum, og skey fólk lótu lív.
Egyptisku myndugleikarnir siga, at tríggir egyptiskir hermenn, sum stóðu vakt við markið, doyðu í ísraelska bumbuálopinum. Tveir aðrir vórðu særdir.