Rás2: Gúppugate-Ken í Fótbóltspanelinum

Fótbóltspanelið: Ken Bærentsen fortelur hví allir bóltarnir endaðu á skipasmiðjuni

Í Fótbóltspanelinum, sum verður á Rás2 í dag klokkan 16, verður tosað við Ken Bærentsen, sum stóð í mál fyri ÍF í umstrídda 2.deildardystinum móti Skála.

 

Hoyr Fótbóltspanelið á Rás2 hvønn fríggjadag klokkan 16

 

Hann kemur at greiða frá hvat veruliga hendan, tá allir bóltarnir endaðu á skipasmiðjuni og dómarin mátti blása dystin av átta minuttir fyri tíð. Ken Bærentsen er sjálvur fyrrverandi spælari í bestu deildini og tiltikin fyri avgóða evnir og mál, men er í dag málverji hjá næstbesta liðnum.

 

Hoyr Rás2 á netinum við at trýsta HER

 

Gestur í Rásarúminum er Teitur Joensen, sum kemur at umrøða 25.umfar í Effo-deildini, hugt verður nærri at eini møguligari samanlegging í suðri, umframt at hugt verður nærri at eitt nú HB, ið má klára seg uttan Evropa til komandi kappingarár.

 

Les eisini: Alt um gúppugate

 

Í SMS kappingin ber til at vinna ein kassa av sodavant frá Føroya Bjór. Hvussu nógvir minuttir av vanligari leiktíð bleiv spælt í avblásta dystinum millum Skála og ÍF í 2.deild í gjár(Ikki íroknað yvirtíð)? Send rætta svarið inn á 559999, og tú ert við í lutakastinum um kassan av sodavatn.