TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr ein HM-samandrátt uppá 51 minuttir frá Rás2.
HM-samandrátturin inniheldur hæddarpunkt frá øllum sjey HM-dystunum hjá føroyska U21-landsliðnum. Tróndur Arge segði frá øllum sjey dystunum, og Pole J. Hansen var viðmerkjari til allar sjey dystirnar.
Aftaná brotini frá hvørjum dysti sær hoyra vit brot úr samrøðum við spælarar og venjarar.
Í annaðkvøld millum klokkan 22.30 og 23 verður U21-landsliðið fagnað niðri í Vágsbotni. Klokkan 21 verður ein resepsjón í Miðlahúsinum fyri U21-spælararnar, familjur teirra, umboð fyri HSF og sponsorarnar.