Rýmdu undan kulda

Kanadiskir granskarar halda seg nú hava funnið prógv fyri, at tað var kuldi, sum fekk norðbúgvarnar at rýma úr Suðurgrønlandi. Granskararnir siga, at tá víkingarnir komu til Suðurgrønlands í 10. øld, var veðrið har lýggjari enn í dag, so tað bar væl til at búseta seg har.

Men sum frá leið kølnaði veðurlagið, tað bleiv truplari at dyrka jørðina, og endin var, at í 15. øld valdu teir seinastu norðbúgvarnir at rýma úr Grønlandi.

Úrslitið kemur ikki óvart á danskar granskarar, sum hava hildið, at tað vóru veðurlagsbroytingar, sum noyddu norðbúgvar at rýma úr Grønlandi.